Tvey ár á rað hevur talið av skipum, sum komið og farið er av Fuglafirði í eitt ár – árini 2017 og 2018 – verið omanfyri 1000. Talið 1000 hevur líka sum verið rópt tað “magiska” talið, tí árini undan var bara spurningur um tíð, nær talið 1000 fór at vera rokkið.
Hetta hendi so fyrstu ferð nakrantíð í 2017, tá Høgaberg í desember mánaði hetta árið kom á Fuglafjørð sum nummar 1000. Í 2017 fór talið eisini væl yvir 1000, tí áðrenn árið var runnið, høvdu ikki færri enn 1051 skip verið á Fuglafirði.
Rólant Højsted, havnarmeistari, sigur, at í 2018 var talið av skipum, sum komu og fóru, 1006. Men, tað vísir seg samstundis, sigur hann, at skipini gerast størri og størri. Tí, hóast 45 skip fleiri vóru í 2017 enn í 2018, so var bruttotonsatalið á hesum skipum kortini størri í 2018.
- Talan var nevniliga um ein mun á bruttotonsatalinum á eini 8.000-10.000 tons, sigur hann.
Havnarmeistarin vísir á, at gongdin higartil í ár líkist gongdini í fjør og fyrraári. Fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár hava 248 skip verið á Fuglafirði, og tað er kanska eini tíggju skip fleiri enn somu tíð í fjør.
Samlaða bruttotonsatalið hjá skipunum, sum hava verið á Fuglafirði í ár, er 683.000, sum er eini 5.000-6.000 tons meira enn somu tíð í fjør.
Rólant Højsted heldur, at ein osøkin til, at bruttotonsatalið veksur, er, at fleiri stór skip koma á Fuglafjørð at bunkra nú enn áður, og haraftrat hevur meira verið avskipað um bryggjukantin, og í báðum førum er talan gjarna um stór skip.
- Tað er ikki uppsjóvarskipini, sum koma á Fuglafjørð at landa og eftir útgerð, ið eru vorðin størri, tí hetta eru í høvuðsheitum somu skip, sum eisini eru komin higar undanfarin ár, leggur havnarmeistarin aftrat.