Magne Hoseth er gestur í Fótbóltspanelinum klokkan 15

FM1: Høvðusgesturin í Fótbóltspanelinum, sum verður frá klokkan 14 til 17, verður venjarin hjá KÍ

Mynd: (ki.fo) Magne Hoseth (t.v) og Rói M. Hentze, nýggjur málmaður í felagnum

Í dag sendir FM1 sendingina “Fótbóltspanelið” beinleiðis úr Klaksvík. Høvðusgesturin verður nýggi venjarin hjá KÍ, Magne Hoseth.

 

Byrjað verður at senda klokkan 14 av KÍ-loftinum. Í fyrsta tímanum verður tikið samanum altjóða flytingarvindeygað, sum lat aftur í vikuni. Eitt nú verður hugt nærri at Chelsea, sum keypti fyri nógvar pengar.

 

Í tímanum millum klokkan 15 og 16 verður Magne Hoseth gestur. Hann er nýggjur venjari hjá KÍ og skal lyfta arvin eftir Mikkjal K. Thomassen. Norðmaðurin er fyrrverandi liðfelagi hjá Toda Jónsson í FCK og hevur spælt 22 A-landsdystir fyri Noreg.

 

Í tímanum millum klokkan 16 og 17 verða gestirnir millum annað Tummas Lervig, formaður í KÍ, og lokali talknúsarin, Jákup Ósá. Tá verður nærri at føroyskum fótbólti og flytingum í føroyskum fótbólti.

 

Hevur tú viðmerkingar ella spurningar kanst tú senda sms á 559999 millum klokkan 14 og 17.

 

Mynd: (ki.fo) Magne Hoseth (t.v) og Rói M. Hentze, nýggjur málmaður í felagnum