Magni Arge er nú løgtingsmaður

Á tingfundinum sum varð settur nú klokkan 11 tók Magni Arge úr Tjóveldinum sæti á tingi.

Magni Arge varð valdur sum nummar fýra á listanum hjá Tjóðveldinum á valinum 1. september í fjør við 438 atkvøðum.

 

Men hann hevur higartil bara verið á tveimum tingfundum.

 

Tað er tí, at hann hevur hava sæti á Fólkatingi fyri Høgna Hoydal, sum varð valdur á Fólktating á fólkatingsvalinum, sum var 18. juni í fjør. Tjóðveldi gjørdi av fyri valið, at tann, ið valdur var á Fólkating skuldi ikki sita í tveimum tingsessum. Tí tók Høgni Hoydal ikki sæti á Fólkating. Magni Arge var nummar tvey á listanum við 1.082 atkvøðum.

 

Men tá Magni Arge eisini varð valdur Løgtingið 1. september, mátti hann velja ímillum fólkatingsessin og løgtignssessin. Valið fall á fólkatingsessin, og tí fór hann í farloyvi úr Løgtinginum eftir at løgmansvalið hevði verið og tingnevndirnar valdar.

 

Hann segði tá, at hann fór at verða aftur at síggja í løgtigninum.

 

Magni Arge hevur farloyvi úr Fólkatinginum til 1. januar komandi. Til ta tíð røkir Tórbjørn Jacobsen fólkatingssessin hjá Tjóðveldinum.