Magni Johannesen nýggjur høvuðspartaseigari

Við árskiftið var ættarliðsskifti hjá Pf. M.J. Saltsølu í Havn. Stjóri og høvuðspartaseigari í dag er Magni Johannesen, ið hevur tikið við eftir pápan, Mortan Johannesen, sum hevur stjórna fyritøkuni síðan 1988

1. januar 2006 keypti Magni Johannesen meirilutan av partabrøvunum í Pf. M.J. Saltsølu á Vestaru bryggju í Havn. Hann hevur verið settur stjóri í fyritøkuni síðan 2001. Fyritøkan hevur frá byrjan selt og umboðað kenda Ibiza-saltið, sum í mong ár var næstan einaráðandi á føroyska marknaðinum.

Magni er 30 ára gamal. Hann lærdi til sølumann á goymsluni hjá P/F Leif Mohr og hevur eisini hægri handilsskúlaprógv. Áðrenn hann fór í læru, arbeiddi hann eitt ár í saltnáminum hjá Salinera Espanola á Ibiza í Spania, har hann arbeiddi á saltgoymsluni og lærdi seg spanskt.

Føroysk Saltsøla varð stovnað í 1957 av Hvannasundsbrøðrunum Hans Paula, Pola, Andreas , Svenning, Kaj og Óla Johannesen og Esmar Fuglø. Seinni keypti Hans Pauli Johannesen øll partabrøvini, og rak fyritøkuna til hann andaðist í oktober 1988. Tá tók sonurin Mortan Johannesen yvir.

Eftir búskaparkreppuna fyrst í 90-unum var fyritøkan endurstovnað í 1994 og skifti navn til M.J. Saltsøla.

Í dag arbeiða fýra fólk hjá M.J. Saltsølu. Fyritøkan selur millum 16 .000 og 18 .000 tons av Ibiza-salti í Føroyum um árið, tó kunnu tað vera ár, sum tað verða seld heili 22.000 til 23.000 tons. Uttan fyri Føroyar selur fyritøkan umleið 12.000 til 15.000 tons um árið.