Eg helt, at eitt orð var eitt orð, og ein maður var ein maður. Men soleiðis skuldi ikki vera.
Magni Laksáfoss dylir ikki fyri, at hann er vónbrotin av samgonguni.
Hann sigur, at tað er eitt hjartamál hjá sær at fáa ferð á at menna grønar orkuskipanir í Føroyum og í morgun hevur Løgtingið viðgjørt eitt uppskot frá honum við tí endamáli at fáa meiri grøna orku
Hann sigur, at talan er um eitt uppskot, sum er væl úr hondum greitt. Men tað munaði lítið, tí Løgtingið feldi tað við einum brakið tí tað vóru bara tveir løgtingslimir, sum atkvøddu fyri, samstundus sum at 27 atkvøddu ímóti og tvær atkvøður vóru blankar.
Magni Laksáfoss hevði annars eina avtalu við samgonguna um at taka undir við uppskotinum, og aftur fyri skuldi hann stuðla samgonguni í øðrum málum fyri at fáa tey samtykt.
Men nakað síðani hevur løgmaður greitt honum frá, at samgongan vil kortini ikki taka undir við málinum tí at tað er ov víðgongt og at tað má fyrireikast betri.
Sostatt klárar samgongan ikki at halda avtaluna við Magna Laksáfoss, og tað er hann vónbrotin av.
Hann sigur, at, at fyri at kunna virka í politikki, er tað heilt avgerandi, at avtalur verða hildnar. Men nú má hann staðfesta, at samgongan hevur ikki hildið semjuna, og hann er vónbrotin av, at hon er sokkin so djúpt.
Hann sigur, at í semjuni vóru glasklárar mannagongdir lagdar fyri, hvussu semjast skuldi setast í verk og semjan er gjørd við treytaleysum nærlagni, legði hann afturat.
Hendan samgongan hevur hvørki havt virðing fyri glasklárum mannagongdum, ella havt virðing fyri treytaleysum nærlagni, segði Magni Laksáfoss.
– Tað er eitt vónbrot, og er ógvuliga óheppið og tað vísir bara muruna og lyndi í samgonguna, og tað fer at ávirka á politiska arbeiðið framyvir, heldur hann.
– Tað eigur at vera sjálvsagt, at væl úr hondum greiddar semjur, verða hildnar, segði Magni Laksáfoss.