Magni Laksáfoss hevur skatt okkum

Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum leygardagin vóru fundarfólk ikki blíð við Magna Laksáfoss eftir at hann alment húðflongdi Jóannes Eidesgaard fyri ikki at gera nakað til nyttu sum landsstýrismaður í fíggjarmálum

Kaj Leo Johannesen, løgmaður og formaður Sambandsfloksins, góðtekur ikki ófólkaliga framferð ímillum limir í landsstýrissamgonguni.

Tað var orsøkin til at hann alment átalaði sín egna floksfelaga, Magna Laksáfoss, fyrr í vikuni.

- Mann eigur at kunna tala at, vissi mann er óhøviskur ímóti einum samstarvsfelaga, segði Kaj Leo Johannesen á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum á Viðareiði Leygardagin.

Tað, sum hann í hesum føri metir sum ófólkaliga framferð, var eitt lesarabræv frá Magná Laksáfoss nú um dagarnar, har hann alment húðflongdi Jóannes Eidesgaard, landsstýrismann í fíggjarmálum, fyri onki at gera til nyttu og fyri ikki at koma við nøkrum boðum upp á ein føroyskan fíggjarpolitikk.


Mátti tala at

Kaj Leo Johannesen, sum er løgmaður og floksformaður hjá Magna Laksáfoss, metti, at hetta álopið á Jóannes Eidesgaard var so grovt, at hann boðaði alment frá, at hetta var ikki eitt sjónarmið, sum Sambandsflokkurin stendur fyri.

Tí hevði hann alment átalað Magna Laksáfoss og á landsfundinum leygardagin boðaði hann frá, at hann hevði fingið fulla undirtøku fyri hesum frá næstformanni floksins, Johan Dahl.

- Eg skal aldrin blanda meg upp í, hvørja meining, flokslimir hava, tí øll hava loyvi at hava sínar egnu meiningar. Men mann eigur at kunna tala, vissi mann er óhøviskur ímóti einum samstarvspartnara, segði Kaj Leo Johannesen.

Hann ásannaði, at meiningarnar í flokkinum kunnu vera ymiskar um hetta, men tað verður tikið upp innanfloks.

At viðgerða slík viðurskifti alment førir ikki til anna enn spjaðing og tí er tað alt annað enn gott fyri flokkin, legði hann afturat.


Skaðar flokkin

Kaj Leo Johannesen var ikki tann einasti, sum átalaði Magna Laksáfoss á landsfundinum.

Minst tríggir fundarluttakarar vóru eisini á røðarapallinum og átalaði Magna Laksáfoss fyri framferðina ímóti landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Ein fundarluttakari vísti á, at er ónøgd við samstarvið í samgonguni, eigur tað at verða tikið upp og avgreitt innanhýsis, áðrenn tað verður borðreitt fyri almenninginum.

- Tað er ikki gott við útsøgnum av hesum slagi, segði ein fundarluttakari og sipaði til lesarabrævið frá Magna Laksáfoss.

Ein annar fundarluttakari metti, at tað var skeivt at koma við útsøgnum av hesum slagi um samgongufelagar, tí tað skaðar flokkin.