Magni Laksáfoss: Árinið á vinnurnar av minkandi ríkisveitingum.

Eg vil byrja við at takka fyri positivu viðmerkingarnar um greinirnar, eg havi havt í bløðunum tveir teir seinastu leygardagarnar og fyri tað samhuga, fólk hava víst mær í sambandi við, at míni persónligu viðurskifti hava verið viðgjørd alment.

Eg vil samstundis nýta høvið til at frøðast yvir, at nógv ymisk búskaparlig viðurskifti hava verið viðgjørd sakliga í tjakinum í bløðunum í seinastuni. Fleiri hava verið við í tjakinum um búskaparvøksturin, vinnuligar møguleikar, búskapargongdina í løtuni og eisini onnur viðurskifti hava verið viðgjørd. Eftir míni meting hevur tjakið í løtuni eitt stórt virði fyri samfelagið, óansæð um vit velja at minka um ríkisveitingarnar ella ikki. Serliga tí tjakið er við til at vísa á trupuleikar og møguleikar í búskapinum, sum vit kunnu nýta í komandi árum.


Árinið á vinnurnar av at ríkisveitingarnar minka.

Av tí, at tað ikki er gjørligt í einari stuttari gjøgnumgongd at lýsa, hvørjar avleiðingar tað fær fyri hvønn einstakan persón í samfelagnum, at ríkisveitingar minka, vil eg í staðin her geva eina stutta lýsing av, hvørjar avleiðingar tað fær fyri einstøku vinnurnar, og so kann hvør einstakur meta um, hvørjar avleiðingar tað fær fyri viðkomandi.

Fyri at lýsa avleiðingarnar heilt, er neyðugt at vita, hvussu long skiftistíðin verður og eisini hvør búskaparpolitikkur verður førdur, meðan ríkisveitingarnar minka. Tá henda vitan sjálvsagt ikki er tøk í løtuni, verður gingið út frá, at skiftistíðin er umleið 10 til 20 ár og búskaparpolitikkurin er strammur, bæði við sparingum á almenna budgettinum og við skatta- og avgjaldshækkingum.


Vinnur, ið merkja ringu árinini.

Tey ringu árinini stava fyrst og fremst frá sparingunum á almennu budgettunum og inntøkufremjandi tiltøkum. Sparingarnar merkja uppsagnir av starvsfólkum og eisini minni íløguvirksemi og nýtslu. Skatta- og avgjaldshækkingarnar raka fólk í øllum vinnunum, við tað at tøka inntøkan minkar.

Bæði hesi viðurskifti hava ring árin á innlendska eftirspurningin, sum minkar. Hetta hevur eina minking í byggivinnuni við sær og samstundis verður handilsvinnan eisini rakt av hesum.

Um vit hyggja at hvørji størv, ið verða rakt, so er tað fyrst og fremst fólk í almennu umsitingini og í handilsvinnuni. Hetta er fyri ein stóran part størv, ið eru sett av konufólkum. Sostatt er lítil ivi um at tað fyrst og fremst verða konufólk, ið merkja ringu árinini.

Minkandi eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur vanliga bæði lønarlækkingar og fólkaflytingar við sær.


Vinnur, ið ikki merkja nógv.

Ein vinna, ið neyvan kemur at merkja nógv til minkandi ríkisveiting, er fiskivinnan. Starvsfólkini í hesi vinnu eru lønt við hýrum, sum eru gjørd annahvørt eftir brutto- ella nettosáttmála. Tað hevur víst seg, at hóast skiftandi búskaparlig umhvørvi, so hava hýrupartarnir ikki broytt seg. T.d. broyttust hýrupartarnir ikki í teimum góðu 80?unum og heldur ikki í teimum trongu 90?unum. Sum dømi kann nevnast at hýrupartarnir í saltfiskatrolarunum hava verið óbroyttir síðan fyrst í 70?unum við einum hýruparti á 27%. Tískil má væntast, at hýrupartarnir heldur ikki broytast, um ríkisveitingin minkar. Hetta merkir sjálvsagt, at kappingarførið í hesi vinnuni heldur ikki batnar og harvið, at um vinnan hevur trupuleikar við at endurnýggja flotan í dag, so hevur hon eisini somu trupuleikar við minni ríkisveitingum.

Tó eigur at verða viðmerkt, at fiskimennirnir sjálvsagt eisini mugu rokna við, at teirra skattur hækkar og eisini, at minstalønin væntandi minkar, av tí at hon er sett eftir sáttmálalønini á landi.

Ein onnur vinna, ið væntandi heldur ikki broytist nógv, hóast hon kemur at fáa ágóðan av, at lønarlagið er lækkað sum avleiðing av minkandi ríkisveitingum, er flakavinnan. Henda vinnan er í løtuni við at broytast móti eini støðu, har hon automatiserar raksturin og tískil roynir at avmarka talið av starvsfólkum. Um lønarlagið lækkar, so vil kappingarførið og eisini úrslitið av rakstrinum hjá hesi vinnuni sjálvsagt broytast, men hetta fer væntandi at hava við sær, at hon fer at nýta enn meiri pening at automatisera raksturin. So ikki er væntandi, at fólk, ið gerast tøk í øðrum vinnum, kunnu finna nýtt starv í hesi vinnuni.

Alivinnan er eisini ein vinna, sum heldur ikki kann roknast við at broytast stórt av broyttum lønarlagið. Vinnan er í løtuni í stórum vøkstri og merkir hetta, at fleiri fáa starv innan hesi vinnu. Væntandi heldur vøksturin áfram í nøkur ár fram í tíðina, men vinnan hevur náttúrligar avmarkingar tá øll nýtilig pláss eru uppbrúkt. Tó hevur talan verið um at royna at ankra aliringarnar á opnum havi. Hetta er sera áhugavert og vónandi eyðnast hetta, soleiðis at ein framhaldandi vøkstur kann henda innan hesu vinnu. Hetta hevur tó lítið við minkandi ríkisveitingarnar at gera og samstundis er alivinnan ikki arbeiðskraftsintensiv, so neyvan koma nógv nýggj arbeiðspláss her.

Tó eigur at vera viðmerkt, at vinnan eisini er farin undir at góðska fiskin meiri enn áður, hetta kann skapa nøkur arbeiðspláss, og her kann betra kappingarføri gera ein mun.


Vinnur, ið fáa fyrimun.

Nakrar vinnur kunnu fáa fyrimun av betraða kappingarførinum, sum kemur av lægra lønarlagnum. Her er serliga talan um vinnur, ið lata vørur og tænastur til primeru vinnurnar. Primeru vinnurnar í Føroyum eru fiskivinnan, flakavinnan og alivinnan.

Hóast primeru vinnurnar ikki vaksa nógv, so er hugsandi, at hjávinnur hjá hesum vinnum vaksa. Her er talan um vinnur, sum kunnu vinna marknaðapartar frá útlendskum fyritøkum innan somu vinnu.

T.d. kann hugsast, at talan er um vinnur, ið framleiða útgerð til alivinnuna, flaka vinnuna og fiskivinnuna. Ella um vinnur, sum gera eina tænastu fyri hesar vinnur, t.d. flutningsfyritøkur, konsulentar o.l.


Møguleikar at hjálpa vinnum, ið fáa fyrimun

Fyri at skunda undir vøksturin í teimum vinnunum, ið væntandi fáa fyrimun av betraða kappingarførinum, kann tað almenna stovna útbúgvingar- og granskingarstovnar, ið bæði hjálpa hesum vinnum beinleiðis, t.d. við at granska í tøknuligum viðurskiftum og eisini óbeinleiðis við at finna nýggjar hættir at troyta tilfongið í fiski- og alivinnuni, soleiðis at eftirspurningurin eftir nýggjum amboðum o.l. innan hesar vinnugreinir veksur.


Samanumtikið

Samanumtikið kann sigast, at væntandi fara minkandi ríkisveitingar at hava ymiskar avleiðingar á ymisku vinnurnar. Tó er neyvan ivi um, at vinnur, har konufólk starvast í dag, væntandi verða harast raktar, meðan tøknuligar vinnur, sum lata tól og vitan til primeru vinnurnar koma at vaksa.

Minkandi eftirspurningurin eftir kvinnuligu arbeiðsmegini fer uttan iva at hava somu avleiðing, sum vit sóu í 60?unum, nevniliga, at ungu kvinnurnar flyta av landinum. Hetta hevur í longdini við sær, at burðartalið gerst minni og við tí demografisku broyting í pensiónsaldrinum, sum vit vita um, fer at henda í tey komandi 30 árini, so vil hetta merkja, at forsorgarbyrðan gerst tyngri enn hon er í dag.


Avleiðingin á bústaðarmynstrið

Almenni sektorurin liggur í dag serliga í Tórshavn, sama er galdandi fyri handilsvinnurnar. Tískil er lítil ivi um, at tað serliga vil vera hesin landspartur, sum verður fyrst raktur av sparingunum. (Skatta- og avgjaldshækkingarnar raka væntandi allar landspartar nøkurlunda líka).

Sjálvt um tað sostatt er Tórshavn, sum verður rakt fyrst, so er hetta neyvan galdandi í longdini. Væntandi vil vinnulívið framhaldandi flyta til Tórshavn, soleiðis at privata vinnulívið fer at vaksa í Tórshavn, meðan vinnulívið runt um aðrastaðni í Føroyum fer at vaksa minni ella beinleiðis minka. Hetta er í øllum føri tað, vit síggja hendir í øðrum londum.

Sostatt er tað væntandi bert í fyrsta umfari, at vinnulívið í Tórshavn verður rakt, meðan tað fyrst og fremst er vinnlívið uttan fyri Tórshavn, sum merkir avleiðingarnar á eitt sindur longri sikt.


Fyrivarni

Fyrivarni eigur altíð at vera tikin fyri metingum um eina framtíðar gongd. Hetta er sjálvsagt eisini galdandi fyri hesa, sum eg havi lagt fram her. Avleiðingarnar av minkandi ríkisveitingum eru nært tengdar at bæði longdini á skiftistíðini og eisini politisku avgerðunum í skiftistíðini. Hesi viðurskifti eru ikki kend og tískil er sera ringt at meta um avleiðingarnar.

Vónandi hevur onkur viðmerkingar til metingarnar.



Magni Laksáfoss

Búskaparfrøðingur.