Magni Laksáfoss spælir skuggaspæl

Heðin Mortensen, formaður, Kommunusamskipan Føroya

www.ksf.fo

 

Á fundi síðst í juni boðaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum Magni Laksáfoss frá uppskoti um, at mvg-endurgjaldið til kommunurnar skuldi skerjast úr 75% niður á 33% til tess at tálma kommunala útreiðsluvøkstrinum.

Kommunusamskipan Føroya mótmælti hesi ætlan og vísti landsstýrismanninum á, at kommunalu útreiðslurnar fara ikki at vaksa í 2008, og at tað tí er ikki neyðugt við serligum tálmandi inntrivum móti kommunala búskapinum.

Landsstýrismaðurin boðaði eftir fundin alment frá eini gentleman’s agreement, ið hann og kommunurnar høvdu gjørt um, at kommunurnar ikki hækka útreiðslurnar í 2008 í mun til 2007. Avgerandi fortreyt hjá KSF fyri hesum lógvataki var tó, at landsstýrismaðurin ikki skerdi fíggingargrundarlagið hjá kommununum eitt nú gjøgnum mvg-endurgjaldið.

Hugstoytt er nú at frætta, at landsstýrismaðurin longu í august fyri landsstýrinum – og aftan fyri bakið á kommununum – hevur talað fyri uppskoti um at skerja mvg-endurgjaldið ikki bara niður á 33%, men at taka tað burtur alt sum tað er.

So skjótt breyt Magni Laksáfoss sína egnu gentleman´s agreement, tí uttan himpr vildi hann nú kortini taka uml. 110 mió kr. frá kommununum niður í landskassan. Vorðið sum politiskt skuggaspæl.

Eingin ivi er um, at hjá kommununum er hetta nógvur peningur. Hetta er næstan 10% av inntøkunum, og tað sigur tí seg sjálvt, at skulu kommunurnar megna bara at veita borgarunum somu tænastu og vælferð sum nú, so hevði einasti møguleikin verið at hækka kommunuskattaprosentið munandi – eini 3% í miðal, kanska meir.

Hesum vilja kommunurnar sera gjarna sleppa frá, ikki minst tá landskassin leggur doyðin á at veita skattalættar, ið tá høvdu verið uttan nyttu.

Sum skilst hevur landsstýrissamgongan víst uppskotinum aftur. Tað er sera skilagott, tí øllum er púra greitt, at so ógvislig inntriv í fíggingargrundarlagið hjá kommununum, sum Magni Laksáfoss er fortalari fyri, fara at raka kommunala tænastustøðið sera meint, og tað gongur fyrst og fremst út yvir borgararnar.

Og tað kann ikki vera meiningin.