Magni Laksáfoss ætlar at halda fram í politikki

Hann fór úr Sambandsflokkinum fyrr í ár, men tað merkir ikki at hann ætlar at gevast í politikki

Ja, fari at stilla upp á næsta løgtingsvali. Tað váttaði Magni Laksáfoss, tingmaður, á fólkafundi í Havn í gjár.

 

Hann fór úr Sambandsflokkinum síðst í mars í ár, tí at hann føldi seg ikki longur heima í flokkinum. Tá ið Magni Laksáfoss fór upp í Sambandsflokkin, var tað tí, at flokkurin hevur eina stevnuskrá, hann kann taka undir við. Men eftir hansara tykki fylgdi flokkurin ikki stevnuskránni, og tí fór hann, sigur hann tá.

 

Serliga var hann misnøgdur við, at Sambandsflokkurin ikki var við í eini semju um eina nýggja fiskivinnuskipan. Men annars helt Magni Laksáfoss, at Sambandsflokkurin varð vorðin so konservativur, at hann kendi seg ikki aftur í flokkinum.

 

 

Les eisini: Magni Laksáfoss fer úr Sambandsflokkinum

 

 

Síðani hevur hann verið uttanflokkatingmaður, men í summar segði hann við okkum í Miðlahúsinum, at fleiri flokkar hava víst áhuga fyri at fáa hann upp í. Hinvegin viðgekk hann samstundis, at tað verður ikki lætt at finna ein flokk við einum politikki, sum er í samsvari við tey virði, hann sjálvur hevur – og í hesum sambandi kallar hann seg sjálvan liberalan.

 

Síðani hevur tøgn valda um hansara politisku framtíð, men á fólkafundinum í gjár varð hann beinleiðis spurdur um hann ætlaði at stilla upp á næsta løgtingsvalið. Og svarið var líka greitt sum spurningurin, tí Magni Laksáfoss svaraði stutt og greitt: Ja.

 

 

Les eisini: Fleiri flokkar dyrgja eftir Magna

 

 

Hann váttaði tað enn eina ferð, tá ið hann varð spurdur eina løgtu seinni. Hinvegin segði hann eisini, at tað er ikki greitt, hvønn flokk, hann fer at stilla upp fyri, so tað liggur enn í tí óvissa.