Magni Mohr og Gitte Klein vitja 10´aran á FM1 mánamorgunin

Eisini kemur Tróndur Arge á gátt at práta um heimligan og útlendskan fótbólt

Klokkan 10 fyrrapartin í morgin reika Petur Zachariassen og Ragnar Sjúrðarson fyri sendingini 10´arin á FM1, ið verður send beinleiðis millum klokkan 10 og 12.

 

Fyrra senditíman vitja Magni Mohr, formaður í fólkaheilsuráðnum og Gitte Klein sálarfrøðingur, sum kemur at hava eina framløgu til ráðstevnuna “Hvussu hevur tú tað, barn?” sum fólkaheilsuráðið skipar fyri.

 

Í seinna senditímanum vitjar Tróndur Arge, ið kemur at tosa um bæði heimligan og útlendskan fótbólt.

 

Øll kunnu hoyra FM1 á www.fm1.fo