Føroyar verður skjótt ein professara ríkari, tá Fróðskaparsetrið 1. apríl tilnevndir 45 ára gamli vágbingurin Magni Mohr til professara í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya. Tað boðar Fróðskapasetrið frá á heimasíðu sínari.
- Magni Mohr, sum er 45 ára gamal og uppvaksin í Vági, er altjóða viðurkendur granskari í humanfysiologi og hevur skrivað fleiri enn 100 vísindaligar greinir í sterkum altjóða tíðarritum. Hann er mettur sum ein av heimsins førandi granskarum í vøddafysiologi undir hørðum intervalarbeiði við serstøkum atliti til úrvalsfótbólt, skrivar setur.fo.
Magni Mohr er vorðin kendur fyri sína gransking innan vøddamøði undir kropsligum arbeiði, umframt í fysiologiskum krøvum og venjing í úrvalsfótbólti og liðítróttum. Hann granskar eisini breitt í heilsuárinum av fótbóltsvenjing og øðrum intensum intervalítróttargreinum.
Um yrkisleiðina hjá Magna Mohr skrivar Setrið, at hann er ph.d. í Human Fysiologi frá Københavns Universitet, har hann arbeiddi sum granskari og undirvísari í meira en 10 ár. Í 2011 fór Magni í starv á Exeter University í Suðurenglandi sum Senior Research Fellow, har hann var í starvi fram til summarið 2014, tá hann gjørdist lektari á Fróðskaparsetrinum. Eisini hevur hann verið gestagranskari á Göteborgs Universitet frá 2013-2019. Magni hevur síðan 2016 røkt uppgávuna sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og hevur virkað sum dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi síðan 2017. Magni Mohr hevur eisini verið formaður í Fólkaheilsuráðnum seinastu trý árini. Magni Mohr varð fyri góðum mánaði síðan tilnevndur professari á Syddansk Universitet, har hann nú er gestaprofessari.