Magni og Vígdis í Smiðjuni

Leygardagin letur listaframsýning upp í Smiðjuni. Tað eru tey bæði sytskinarbørnini, Magni Dalsgaard og Vigdis Sigmundsdóttir, ið sýna fram akvarellir og klippmyndir Hjá Magna Dalsgaard, sum er útbúgvin arkitektur og er sjálvlærdur teknari og málari, eru verkini akvarellir úr Føroyum og frá ferðum uttanlands. Vigdis Sigmundsdóttir sýnir fram klippmyndir. Hon er sjálvlærd innan hesa listagrein, men er annars útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og interiør designari. Vigdis er dóttir kenda listamálaran Sigmund Petersen, sum hon er inspirerað av.

Magni er somuleiðis inspireraður av Sigmundi, tí hann er uppvaksin í grannalagnum, har hann hevur sæð Sigmund tekna og mála.

Vigdis og Magni hava fyrr sýnt fram saman og hvør sær. Vigdis hevur gjørt stóra frímerkjarøð fyri Postverk Føroya, ið hevur verið sýnd fram í grannalondunum.

Fernisering verður í Smiðjuni leygardagin klokkan 13, og opið verður fram til við týsdagin 19. august. Allar dagar frá klokkan 13 til 18.