Tað tóktist sum um, at teir høvdu lítlan hug at fara undir tak. ÍF spælararnir fegnaðust um sigurin í Runavík, og teir hildu, at hann fer at hava sera stóran týdning fyri stríðið at varðveita plássið í bestu deildini.
Ein av treimum stinnastu var málverjin Karstin Joensen. Hann var tryggur, og tað tóktist sum um, at sjálvsálitið bara vaks, sum tíðin leið. Karstin plagar ofta at bjarga royndum úr ellivu metrum, men hesa ferð tveitti hann seg skeiva vegin:
- Eg lúrdi Brynjolv av, tá ið hann skoraði í vinardystinum ímóti KÍ nakað herfyri. Tá tveitti Jákup Mikkelsen seg rætta vegin og bjargaði, men Brynjolvur var fyrstur á returinum. Hesa ferð mundi hann síggja, hvønn veg eg ætlaði at fara, tí hann sendi bóltin hin vegin. Men tíbetur bilti tað ikki. Vit vunnu, og tað hevði alt at siga.
Bartal Eliasen var kanska lættari enn allir hinir. Hann sá tvær ferðir gult og harvið reytt. Bartal segði seg ikki vera samdan við dómaran í seinna gula kortinum, og hann duldi ikki fyri, at hann hevði kensluna av, at alt kanska fór at gleppa teimum av hondum, tá ið støðan var 1-1, og fuglfirðingarnir vóru undirmannaðir.
- Stóran kreditt til liðfelagarnar, sum stríddust so væl, og sigursmálið hjá Høgna Zachariasen var meistarligt, staðfesti Bartal, sum er leikbannaður sunnudagin, tá ið ÍF á heimavølli skal spæla ímóti Skála.
Magni og NSÍ
Magni á Lakjuni noyddist at fara av vøllinum, tá ið ein løta restaði. Tá hevði hann gjørt sítt, og tað er at undrast á, at hann ikki onkra ferðina fær landsliðsboð. Magni hevur gott tak á NSÍ. Í ár hevur hann skorað í báðum landskappingardystunum, og fleiri ferðir áður hevur hann verið málskjútti ímóti NSÍ. Fuglfirðinar minnast serliga í 1997, tá ið ÍF vann 4-2 í Runavík, og Magni á Lakjuni, sum var komin úr Danmark at hjálpa til, skoraði trý mál. - Tað hevur ikki so nógv at siga, hvør tað er, sum skorar málini. Tað, sum telur, er, at vit fingu øll stigini. Talan var ikki um polerað fótbóltsspæl, men vit fingu fleiri mál enn teir, og tað eru vit ovurfegnir yvir. Tað sigur seg sjálvt, at tað nú verður hugaligari at venja, enn tað hevur verið síðstu mánaðirnar, tá ið vit bara hava tapt og tapt, staðfesti besti maður á vøllinum.