Magni vildi ikki gevast

Konsertin við Magna Christiansen í Mentanarhúsinum í Fuglafirði vardi í næstan tríggjar tímar. Lagið var óføra gott millum fólk, og høvuðspersónurin sjálvur fekk mest sum ikki afturhald

Magni Christiansen var í rætta essinum, tá ið hann hevði konsert í Fuglafirði leygarkvøldið.
Stóra country og gopelkonsertin gjørdist ikki bara stór, hon gjørdist eisini drúgv, og tað hevði eingin nakað ímóti.
Magni Christiansen fór á pallin stutt eftir klokkan átta, og hann helmaði ikki í fyrr enn klokkan var við at gerast ellivu.
Hann hevði ein stuttan steðg undir konsertin, men annars var hann miðdepilin á pallinum. Hann sang stillar gospelsangir, lívligar countrysangir, og so fekk hann sjálvur, Shakin Stevens, eisini rásarúm í skránni.

Tað besta burtur úr løtuni
31 ára gamli Magni Christiansen hevur seinnu árini verið millum fremstu gospelsangararnar í landinum. Hann hevur givið tríggar fløgur út, og nú kemur tann fjórða útgávan fyrsta dagin.
Gospelsangarin úr Kvívík hevur spælt nógv seinastu tíðina, og hann er væl dámdur. Hann dugir væl at fáa tað besta burtur úr løtuni ? um tað so skal gerast við stillum gospeltónleiki ella svingandi country hjá fyrimyndunum úr statunum.
Soleiðis var eisini í Fuglafirði leygarkvøldið. Tey stívliga 300 fólkini fingu eina óføra góða og fjølbroytta konsert.
Áhoyrararnir vóru í øllum aldri ? bæði børn, ung, tilkomin og eisini fleiri eldri fólk vóru komin at lurta, og tey fingu tríggjar góðar tímar saman við Magna Christiansen og hansara tónleikarum

Nógvir tónleikarar
Bólkurin hjá Magna var mannaður við royndum og ungum tónleikarum, og samansetingin riggaði væl.
Heili 12 fólk vóru á pallinum: Ólavur Øster gittar, Dánjal Zachariassen trummur, Eydun Johannesen bass, Jákup Zachariassen steel gittar, Pætur Dahl Christiansen gittar, Jóhannes Ólavsson tangentar, Daniel Nielsen violin, Petur Háberg Jacobsen akk. gittar og kór, Elin Madsen kór og Vivi Hammer kór.
Øll gjørdu sítt til, at framførslan hepnaðist væl ? alt frá tí róliga og væl spælandi Ólavi Øster til tann unga og framfýsna violinspælaran Daniel Nielsen.
Tey spældu kendar sálmar, countrysangir hjá monnum sum Buck Owens, Randy Travis og Alan Jackson.

Hvat við Shakin Stevens?
Magni Christiansen er ikki bara kendur sum gospelsangari. Hann er eisini kendur sum íðin fótbóltsfjeppari, og so er tað alt hatta við Shakin Stevens. Popptónleikarin, sum í áttatiárunum pløgdi allar hittlistarnar ígjøgnum við sínum lívliga og meinaleysa poppi, hevur vunnið hjartað á Magna Christiansen, og tá Magni var klappaður uppaftur til eykanummar, var einki at gera.
Tá stóð Shakin Stevens á skránni, og tað var ein fínur endi á eini góðari konsert, har fólk ikki keddu seg eina løtu, hóast konsertin gjørdist drúgv.
Um stutta tíð ber til at uppliva Magna Christiansen á fløguni »Eg gleðist so hvørt jólakvøld«.