Dámligi íslendingurin, sum hevur gjørt seg galdandi sum venjari hjá fleiri av føroysku flogbóltslandsliðunum, trívist serstakliga væl í Føroyum.
- Lat meg vera púra erligan fyri tær. Frá degi eitt av, tá ið eg kom higar, kendi eg meg sum heima. Føroyar eru – eins og Íslandi – nakað heilt serligt fyri meg, sigur Magnus Aðalsteinsson.
Magnus er uppvaksin í einum bóndagarði á Viðivellir skamt uttanfyri Akureyri í Íslandi. Sum yngri var hann júst sum hinir smádreingirnir á staðnum, har hann á sumri spældi fótbólt og íðkaði frælsan ítrótt, meðan hann um veturin spældi flogbólt. Tað gjørdist skjótt greitt, at flogbólturin skuldi vera hansara. Hann var bara 16 ára gamal, tá ið hann slapp at spæla í bestu deildini í Íslandi, og hevur síðani eisini spælt í bestu deildini í Danmark og í Noregi. Landsdystirnir fyri Ísland vóru heldur ikki so fáir í tali. 38 landsdystir náddi hann at spæla, áðrenn hann av álvara kastaði seg út í lívið sum venjari – lívið, sum nú hevur leitt hann til Føroya.
Kenni meg heima
Magnus Aðalsteinsson er eitt kent andlit innan føroyskan flogbólt. Hann kom higar á fyrsta sinni í 2005, tá ið hann tók við sum landsliðsvenjari hjá kvinnu- og manslandsliðnum. Hetta starv røkti fram til 2007, men fyri tveimum árum síðani vóru aftur boð eftir honum úr Føroyum, tá ið venjarastarvið hjá ÍF stóð honum í boði. Hann tók av og valdi at flyta higar.
- Eg var eisini framvið í Føroyum í 1998 og 1999. Eg skal vera púra erligur fyri tær. Frá degi eitt av, tá ið eg kom higar, kendi eg meg sum heima. Eg dugi væl at føla meg heima, men Føroyar og Ísland eru fyri meg nakað heilt, heilt serligt. Eg kenni meg ikki sum ein útlending, staðfestir Magnus Aðalsteinsson.
Tað, at Flogbóltssamband Føroya setti seg í samband við hann júst í røttu løtuni, var ein av avgerandi orsøkunum til, at hann valdi at flyta til Føroya. Men hann hevði eisini ein dreym.
- Eg havi altíð havt ynski og dreym um at búgva í Føroyum. Hetta er eitt spennandi land, og tá ið eg var tøkur á arbeiðsmarknaðinum tá ið eg fekk tilboðið, var tað júst rætta løtan. Tað passaði perfekt, sigur Magnus, og leggur afturat:
- Eg trívist ógvuliga væl. Tað er fantastiskt at búgva í Fuglafirði og eg havi verið ógvuliga væl móttikin har.
Spælir framvegis
Hóast Magnus nú er vorðin 41 ára gamal og hevur valt at leggja orkuna í venjarayrkið og sítt borgarliga starv sum lærari, so er hann framvegis ikki heilt givin sum spælari. Hann spælir nevniliga við besta mansliðnum hjá ÍF.
- Eg vildi í grundini bara vera við fyri at hava tað stuttligt, men eg havi fingið ein størri leiklut, sigur Magnus og vísir á, at hann hevur spælt á høgum støði og landsliðnum, og at hann ikki bara gevist so.
Tað gongur væl hjá Magnusi og ÍF í løtuni. Teir liggja á einum deildum fyrsta plássi saman við SÍ.
Venjaraleiðin sjálvsøgd
Tað er ikki av tilvild, at Magnus valdi venjaraleiðina. Hann er útbúgvin ítróttarlærari við ítróttarnámsfrøði sum serfak, og hevur hann tikið tað við sær á venjaraleiðina. Venjaraleiðina, sum hann valdi sum bara 18 ára gamal, tá ið hann byrjaði at venja teir yngstu leikararnar í felagnum KA Akureyri – felagið, sum hann vaks upp í og fekk sína fyrstu frálæru frá. Umvegis steðgir í bæði Danmark og Noregi, er hann nú í Føroyum sum venjari. Eftir arbeiðstíð sum ítróttarlærari í Stranda Skúla – og sum vikarur í fleiri øðrum lærugreinum – er hann venjari hjá yngri liðum í ÍF, umframt fremsta liðnum.
Hann er við í einum stórum og væl virkandi venjaranetverki í Íslandi, har hann m.a. kennir væl Alfred Gislason, sum er venjari hjá einum av mætastu hondbóltsfeløgunum í heiminum, týska THW Kiel.
Vil skapa samanspæl
Undir júst loknu EM-undankappingini hjá U18-kvinnum sóu vit fleiri ymsar venjarar, ið útstrálaðu nógv ymiskt. Eitt nú tann hjá Luksemburg, ið tóktist sera strangur, stardi at sínum leikarum og skeldaði harðmælt út. Um sín egna verumáta sum venjari sigur Magnus, at tað kann skifta eitt sindur.
- Eg vil siga, at eg eri strangur til eitt ávíst mark, men annars kanska ov bleytur. Eg royni altíð at skapa samanspæl og arbeiða við einum felags máli. Eg royni at fáa leikararnar at arbeiða so sjálvstøðugt sum møguligt, men samstundis ikki at gloyma felagsskapin, sigur hann.
U18-kappingin
Sum nevnt, so er EM-undankappingin fyri U18-kvinnulið júst yvirstaðin. Hon varð leikt á Hálsi í Havn, og gjørdust tær føroysku kvinnurnar júst ov stuttar. Eftir eina dreymabyrjan við 3-0-sigri á Írlandi, máttu tær lúta 0-3 fyri bæði Liktinstein og Luksemburg og harvið veitra farvæl til endaspælið. Eftir dystin var Magnus vónbrotin um hetta, men nú nakrir dagar eru gingnir, er tað við at laga seg.
- Eg havi brúkt seinastu dagarnar til at hugsa um, hvat vit kundu gjørt fyri at fingið meiri burturúr. Eg føli, at vit eru í einari tilgongd við hesum árganginum, og at vit mugu halda áfram við at satsa. Genturnar gjørdu alt, sum tær kundu, men blivu ov nógv trýstar. Tað eydnaðist okkum ikki at halda tað hægsta støðið alla kappingina. Okkara hægsta støði er høgt, men botnstøðið er ov lágt, heldur Magnus, og metir grundina vera:
- Vit mugu bara venja meiri, tað er einki loyndarmál. Leikararnir mugu fara heim til feløgini at venja víðari, staðfestir hann.
Nøgdur við tilfeingið
Leikaratilfeinginum í føroyskum flogbólti bilar einki, spyrt tú Magnus Aðalsteinsson.
- Seinastu 10 árini hevur flogbólturin í føroyum ment seg nógv. Tað skyldast m.a. teimum útlendsku leikarunum, ið eru komnir higar at spæla. Tað er eyðsæð, at leikararnir og venjararnir eru vorðnir meiri seriøsir av tí sama, og hetta sæst eisini á landsliðunum. Fara vit at síggja tað sama framyvir og veruliga taka eitt tak um hetta, so fer støðið at hækka enn meiri, sigur Magnus, og heldur fram:
- Flogbóltssambandið hevur tikið eitt risa fet við at taka avgerðina um at menna hesar ungu leikararnar. Hetta hevur eisini havt ávirkan úti í feløgunum, har vit síggja ættarliðsskifti og hava ment leikarar, ið væl kunnu vera eins góðir sum teir útlendingar, ið eru komnir higar seinastu árini, sigur Magnus.
Amerika fylgir við
Magnus Aðalsteinsson er limur í amerikanska venjarafelagnum og hevur javnan verið til ráðstevnur og venjaraskeið har. Flogbóltur er ein partur av skúlaskipanini har, og eru skúlarnir ógvuliga áhugaðir í at fáa hendur á norðurlendskum leikarum, sum hava gott orð á sær har yviri. Vit spurdu, um Magnus metir føroyskar leikarar hava støðið til at verða sendir til eina slíka flogbóltsleið í Amerika. Hann ivast ikki.
- Jú, avgjørt. Tað er bara spurningurin um at taka avgerðina um at fara og velja røttu løtuna, tí um tú t.d. sum 18 ára gamal fer á college, so hevur tú góðan møguleika at sleppa at spæla í onkrari deild har, vísir Magnus á, og sigur seg hava eina vón um at onkur velur at satsa somikið nógv upp á flogbólt.
Verður helst verandi
Sum nevnt, so stórtrívist Magnus í Føroyum, og hóast hann hevur sum meginreglu at taka eitt ár í senn, so væntar hann at verða verandi í Føroyum.
- Eg havi ein sáttmála við ÍF, sum gongur út í mars. Vit lata bara kappingarárið enda, tí skúlaárið endar ikki fyrr enn í summar og eg taki tað púra róligt. Eg havi eina damu, sum býr í Norra, so eg havi eina avgerð at taka. Eg havi tó onga avgerð tikið enn og fyribils havi eg ongar ætlanir um at flyta, sigur Magnus Aðalsteinsson, sum at enda leggur afturat, at framtíðin í Føroyum eisini er treytað av hvat venjarastarv ella borgarligt starv hann hevur.
FAKTA
Navn: Magnus Aðalsteinsson
Aldur: 41
Uppruni: Akureyri
Bústaður: Fuglafjørður
Fyrrv. feløg: KA Akureyri, Thróttur, Aalborg HIK