Magnus Carlsen vinnur HM í snartalvi eftir fløkta byrjan

Fyri tveimum døgum síðani gjørdist hann heimsmeistari í kviktalvi. Nú er Magnus Carlsen eisini heimsmeistari í snartalvi.

 

Magnus Carlsen er heimsmeistari fyri sættu fer. - Foto: Pavel Mikheyev/Reuters

Magnus Carlsen var um at vera ov seinur til HM í snartalvi vegna ferðslutrupulleikar eftir ein skíðtúr.

Men Carsen kláraði í gjár eina duel við 40 sekundum eftir á urinum, og hann vann eisini dystin í stórum stíli. Við níggju sekundum eftir á urinum.

Síðani vann norska talvflogvitið eisini alla HM-kappingina í greinini, sum hann hevur gjørt fimm ferðir áður í yrkisleið síni.

Tað er nú blivið til seks HM heiðrar í snartalvi árini 2009, 2014, 2017, 2018, 2019 og 2022.

Tilsamans er 32 ára gamli Magnus Carlsen uppi á 15 HM sigrum, eftir hann hann fyri tveimum døgum síðani eisini vann heimsmeistaraheitið í teimum trimum greinunum í talvi.

Í avgerandi dystinum í snartalvi vann Magnus Carlsen í dag á Nordirbek Abdusattorov.

– Eg eri sera nøgur við, at eg fór eftir sigrinum í síðsta partínum. Eg hevði ætlað at bjóðað honum remis, men eg vildi sleppa undan umspæli, sigur Magnus Carlsen sambært NTB

Hann hevur fyrr í ár boðað frá, at hann ikki stillar upp til næstu útgávu av HM í klassiskum talvi. Harvið fer hann ikki at verja HM sigurin.

/ritzau/

 

Magnus Carlsen er heimsmeistari fyri sættu fer. - Foto: Pavel Mikheyev/Reuters