B36 hevur í dag kunngjørt, at Magnus Holm Jacobsen er aftur í felagnum, eftir eitt hálvt ár í Portugal, har hann hevur spælt við Pacos De Ferreira. In.fo skrivaði fyrr í vikuni, at miðvallarin er á veg aftur til B36.
- Eftir eitt hálvt ár í Portugal, er 18 ára gamli Magnus aftur at síggja í føroyskum fótbólti
B36 og Magnus hava í dag skrivað undir sáttmála, sum bindir partarnar saman fyri 2019. Magnus er ungir og stinnir miðvallari við nógvum dygdum og royndum. Magnus er eisini partur av U19 landsliðnum hjá Føroyum, skrivar heimasíðan hjá B36.
Jákup á Borg segði við FM1 eftir Stórsteypadystin í dag, at hann hevur brúk fyri miðvallaranum, nú B36 hevur so nógvar skaðar.
- Vit hava brúk fyri honum. Tað vóru onkrar broytingar í felagnum, sum gera at hetta er ein møguleiki, sigur Jákup á Borg.
B36 skal sunnudagin spæla móti Skála.