Magnus er liðformaður

U-21 landsliðið: Bergur á Reynatrøð er aftur í føroyska málinum

Klokkan 17 var fyrsta bríksl í næststørsta serbiska býnum, sum eitur Novi Sad. Har eru Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen við U-21 landsliðnum.

 

Higartil hevur Stefan Radosavljevic verið lyklaspælari á framrættaðum miðvallarplássi og liðformaður.

 

Stefan Radosavljevic er ikki við í Novi Sad og Serbia. Tí er neyðugt við nýggjum liðformanni, og Bagge hevur valt Magnus Holm Jacobsen at vera liðformann. 21 ára gamli B36 miðvallarin hevur verið sjey ferðir áður á U-21 landsliðnum.

 

Seinastu ferðirnar hevur Bárður á Reynatrøð, sum annars var fastur maður á liðnum ikki verið við. Skaði í fingrinum var orsøk til, at hann ikki hevur spælt, síðani tað á heimavølli ímóti Fraklandi endaði 1-1.

 

Hóskvøldið var Bárður aftur í málinum hjá Víkingi, og í kvøld er 21 ára gamli leirvíkingurin aftur í føroyska málinum.

 

Føroyska liðið sær soleiðis út: Bárður á Reynatrøð – Hanus Sørensen, Andrias Edmundsson, Børge Petersen, Pætur Turiðarson Skipanes – Símun Sólheim, Noah Mneney, Magnus Holm Jacobsenb, liðformaður, Lukas G. Giessing – Ragnar Skála – Jonn Johannesen

 

Á beinkinum: Bjarti Vitalis Mørk, Áki Johannesen, Gullbrandur Øregaard, Jóhann Hansson Joensen, Jónas Warner, Jóhan Renéson Thomsen, Ingi Jonhardsson, Aleksandur Ó. Jensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen