Tað var longu greitt áðrenn fundin, at sitandi nevnd ikki fór at verða tann sama, tí Teitur Ellingsgaard og Bárður Mikkelsen fóru niður í lestrarørindum. Eisini formaðurin Anfinn L. Hansen fór av landinum. Eftir aðalfundin var greitt at Magnus Fuglø kemur í nevndina og tekur við sum formaður í felagnum. Heimasíðan hjá Fram lovar at koma við fleiri boðum, tá ið nýggja nevndin hevur endaliga skipað seg.