Magnus Fuglø 30 ár í Auto

Magnus Fuglø, bilførari á bilstøðini Auto í Havn, kundi mánadagin hátíðarhalda at 30 ár vóru liðin síðan hann saman við øðrum bilførarum kom frá bilstøðini Akstur Bil, sum tá bleiv niðurløgd, til Auto at koyra

Mánadagin 2. juni hátíðarhelt Magnus Fuglø, bilførari á bilstøðini Auto í Havn, at 30 ár vóru liðin, síðan hann byrjaði at koyra á støðini.


Magnus, sum er klaksvíkingur, hevði koyrt á bilstøðini Akstur Bil í 14 ár, áðrenn hann kom í Auto at koyra 1. juni 1978.


Bilstøðin Akstur Bil bleiv stovnað í 1960 av Hans Nybo, Hans Mellemgaard og Yarmouth Mellemgaard. Støðin helt til í N. Finsensgøtu, í somu húsum sum Simme Musikkhús og barberurin Valdemar Poulsen hildu til.


Aðrir sum koyrdu á støðini vóru til dømis Tórhallur Jacobsen, Piddi Poulsen, Borgar Nybo, Magnus Fuglø, Osmundur Brandarsker, Jentoft Christensen, Ib Poulsen, Martin Kjærbo, Carl Johansen, Hjalmar Jacobsen, Henning Thomsen, Hanus Lind og Sverri Hansen.


Umframt hýruvognar koyrdu eisini fleiri bussar á Akstur Bil í sambandi við rutukoyring eftir Oyggjarvegnum saman við Eyðálvi Johannesen í Kollafirði og øðrum bilførarum norðan fyri á Streymoynni.


10. mai 1978 vóru Hans Nybo, Borgar Nybo og Magnus Fuglø frá Akstur Bil á fundi við nevndina í Auto, og eftir at bilstøðin Akstur Bil varð niðurløgd, komu teir flestu av bilførarunum í Auto at koyra og byrjaðu tann 1. juni 1978. Umframt Magnus Fuglø komu eisini hesir hýruvognsføraranir frá Akstur Bil til Auto at koyra: Hans Nybo, Borgar Nybo, Hanus Lind, Sverri Hansen, Hjalmar Jacobsen, Olivar Reinert og Finnur Simonsen.