Magnus Heinason - í fólksins tænastu

Á 29. ári ger rannsóknarskipið Magnus Heinason sína skyldu. Hann fær okkum tilfar til vega um, hvussu stendur til í sjóøki okkara. Um streymar, hita, æti og fisk. Men elli tekur at boyggja – Magnus er slitin og í ferð við at takka fyri seg

Føroyska samfelagið lítur framvegis í stóran mun á havsins tilfeingi. Við dagsins lágu toska- og hýsustovnum sum dømi kunnu vit staðfesta, at ongi náttúrutilfeingi eru óavmarkaði. Tí er tað av alstórum týdningi at fata lívið í havinum, at kenna havið sjálvt og tær broytingar í havinum, sum skapa karmarnar fyri lívi.

Flestu kanningar av hesum slagi í Føroyum verða gjørdar við rannsóknarskipinum Magnusi Heinasyni.


Kanningar úr rúgvuni

Og rannsóknirnar fevna vítt. Frá løtumyndum av til dømis tøðsøltum í sjónum og fiski í trolinum, til at kanna hvussu bæði havstreymar og toskur ferðast.

Summi úrslit verða brúkt í altjóða høpi, t.d. streymmátingar, ið eru við í gransking, sum skal meta um hvussu heimshøvini verða ávirkaði av veðurlagsbroytingum. Eisini ekkolodd-kanningar av uppsjóvarfiski verða gjørdar saman við fleiri øðrum londum. Tískil eru ekkolodd-kanningar við til at staðfesta okkara part av silda-, makrel- og svartkjaftakvotunum

Onnur úrslit hava størst týdning fyri føroyingar, so sum yvirlitstrolingarnar av botnfiskastovnunum. Hesi úrslit eru týðandi partur av stovnsmetingunum, sum eru grundarlag undir tilmælinum um fiskiskap, sum Fiskirannsóknarstovan á hvørjum ári letur Landsstýrinum.


Av øðrum týðandi kanningum kunnu nevnast yngulkanningar, reiðskapsroyndir og t.d. kongafiskakanningar.


Vrakaður av útlendskum stovnum

Magnus Heinason hevur roynst væl, men hann er nú vorðin gamal, og fyllir ikki alsamt størri krøvini, sum verða sett til havrannsóknarskip. Hetta er sera óheppið, tí tá stóra oljufelagið ella franska universitetið leita sær eftir skipi at gera kanningar fyri seg, steðga samráðingarnar um at leiga føroyska rannsóknarskipið, á øðrum ella triðja stigi; tá er aloftast greitt at Magnus Heinason ikki lýkur treytirnar. Hetta merkir í fyrstu syftu mistar inntøkur – men verri er tað, at føroyingar á henda hátt ikki sleppa at ogna sær ta vitan og tey netverk, ið standast av samstarvi millum stovnar, fakbólkar og lond.


Umvælingar heldur enn nútímansgerð

Seinnu árini er Magnus Heinason umvældur fyri 1,5 mió. árliga. Onkrar umvælingar mugu gerast mitt á túrum, tí til dømis trolspølini ikki riggaðu, ella tí ein ventilur brotnaði og endaði við at knúsa eina turbinu. Flestu umvælingarnar eru tó ætlaðar frammanundan. Tær nógvu umvælingarnar hava við sær, at minni verður eftir til íløgur, sum kundu nútímansgjørt rannsóknarskipið.

Ein av hesum umvælingum mundi enda galið. Á heysti 2007 skuldu trolspølini skiftast, men meðan arbeitt varð, festi eldur í millum skins og hold. Til alla lukku vóru flestu túrarnir hetta árið avgreiddir. Og tíbetur kundi skipið umvælast; longu í mars árið eftir varð klárt at sigla aftur.

Freistandi hevði verið at sagt, at betri var, um havrannsóknarskipið brendi heilt, tí so vóru politikararnir noyddir at raðfesta nýtt skip. Men tað hevði verið ein katastrofa fyri allar rannsóknir, sum verða gjørdar við Magnusi Heinasyni. Tað er nevniliga so, at flestu kanningarnar, verða gjørdar ár undan ári, somu tíð á árinum. Størsta virðið er júst, at tað eru tíðarrøðir. Glopp upp á eitt ella fleiri ár minka avgjørt virðið í kanningunum.

Hóast Magnus Heinason varð umvældur eftir eldsbrunan, setti hendingin kortini ferð á tilgongdina at fáa nýtt rannsóknarskip, og í 2008 vóru 2,9 mió. kr. settar av á fíggjarlógini til at fyrireika nýtt rannsóknarskip.


Upprunaliga saltfiskatrolari

Magnus Heinason avloysti Jens Chr. Svabo, sum hevði verið rannsóknarskip síðan 1964. Magnus Heinason varð bygdur sum saltfiskatrolari í 1978, men varð í 1980 keyptur og umbygdur til havrannsóknarskip. Allatíðina eru ábøtur gjørdar fyri at lætta um arbeiðið umborð. Sum dømi kann nevnast, at skipanin at skráseta fiskikanningarnar við, í dag telist millum fremstu og smidligastu í heiminum.


Avmarkingar

Tað merkir skipið, at tað upprunaliga varð bygt sum vinnuligur trolari. Kanningar, sum innibera troling, eru lutfalsliga smidligar, men harafturímóti eru flestu aðrar kanningar tvørligar. Tá kanningar verða gjørdar á firðunum um summarið eru vanliga 8-10 fólk við. Tey standa tá sum sild í tunnu kroyst út í stýriborð (trolbanarnir fylla mestsum alt troldekkið)  – og skulu renna aftur og fram við og eftir prøvum. Sum heild er eisini torført at fáa tungan útbúnað fyri borð, av tí at kranarnir hægst kunnu lyfta 2 tons. T.d. viga rammurnar til streymmátarar uml. 5 tons.

Í øðrum førum er tað tíðarinnar tonn, sum er avmarkandi. Til dømis er tóvmegin somikið lítil, at Magnus klárar ikki at tóva trol, sum bara nærkast tí stødd, sum vinnuligir trolarar nýta. Tískil verða nógvar reiðskapsroyndir gjørdar við leigaðum skipum. Lítla tóvmegin merkist eisini tá trolast skal á djúpum.

Starvsstovurnar eru við tíðini vorðnar ótíðarhóskandi, og av tí at tær ikki eru teknaðar inn í skipið av fyrstan tíð, liggja tær nakað óhøgliga; beinleiðis inngongd er t.d. ikki millum verksmiðjuna og starvsstovuna. Starvsstovurnar virka eisini sum einastu uppihaldsrúm afturat messuni; stak hugnaligt – men uttan teir góðu sessirnar.

Manningarumstøðurnar eru heldur ikki, sum vit vænta okkum í dag. Trong kømur við vánaligari útlufting, fá vesi og brúsur. Hentleikar, sum í dag gerast alsamt vanligari, so sum internet, eru ikki umborð.

Hóast avmarkingar eru, hevur altíð verið miðað ímóti at fáa besta úrslitið við teim karmunum, sum eru umborð á Magnusi. Men avmarkingarnar verða settar í perspektiv, tá spanski lívfrøðingurin, sum skuldi kanna kongafisk, rýmdi av aftur rannsóknarskipinum, áðrenn tað loysti, tí umstøðurnar ikki vóru nøktandi; í staðin valdi hann at taka prøvar av landaðum kongafiski í eini starvsstovu á landi.


Í eini gloppaðari skuffu

Á fíggjarlógini fyri 2009 var peningur játtaður til at gera fyrireikingarnar til nýggja havrannsóknarskipið lidnar; sjálv byggingin endaði í eini skuffu á fiskimálaráðnum. Vónandi verður steðgurin har stuttur, soleiðis at Føroyar taka seg fram á fremstu røð tá um havrannsóknir ræður.

Stórar vónir eru til nýggja skipið. Tá kunnu t.d. rannsóknir gerast, sum krevja at skipið liggur fast á eini knattstøðu. Eisini verður høgligari at gera flestu kanningar, sum innibera at tungur útbúnaður skal lyftast fyri borð. Ætlanin er, at koyggjuplássini verða 25 ístaðin fyri tey 18, sum eru á Magnusi Heinasyni. Hetta merkir at á nógvum túrum kunnu fleiri kanningar gerast, enn møguligt er í dag, við tað at hægst fimm fólk sleppa við afturat føstu manningini.



Fakta:

Lívið á Landgrunninum

-frá streymi til stert

Vit kenna munandi meira til sambandið millum hav, gróður og djór á føroyska Landgrunninum takkað verið kanningunum við Magnusi Heinasyni.

Fulla virðið av gransking sæst, tá tú fært eina heild við at seta úrslit frá fleiri kanningum saman. Dømi um hetta er í arbeiðinum við vistskipanini á innara Landgrunninum.

Streymmátingar við Føroyar hava víst, at sjógvurin á Landgrunninum er lutfalsliga væl skildur frá djúpa havinum uttanfyri. Rákið fer við klokkuni kring Landgrunnin og virkar sum ein veggur millum bæði økini. Tískil verður gróðurin um summarið hildin inni á grunnum. Gróðurkanningar, sum eru gjørdar á Landgrunninum síðani 1990, geva ábending um, hvussu nógv føði er tøk til fiskin. Fiskavøkstur og tilgongd til fiskiskapin verða kannaði á yvirlitstrolingum á Landgrunninum tvær ferðir um árið og í prøvatøku av landaðum fiski. Neyvt samband er millum gróðurin og bæði vøkstur og tilgongd av toski og hýsu. Gróðurtølini verða tí brúkt sum partur av toska- og hýsustovnsmetingunum.