Magnus Heinason hevur gjørt tey fyrstu 67 av 100 hálum í yvirlitskanningini, og úrslitimi benda á, at onkrir glottar eru, sigur Fiskirannsóknarstovan Tað eina hálið á Norðhavinum gav 18 tons av toski. Tað er nógv, tá hugsað verður um, at hálið vardi bara í ein tíma og bara var umleið 3 fjórðingar (5,4 km) langt. Hini 62 hálini góvu tó ikki meira enn umleið 4 tons av toski tilsamans.
Fiskirannsóknarstovan sigur, at tað er sjálvandi ein glotti, at so nógv var at fáa í tí eina hálinum, tí tað vísir, at tað í øllum førum var nógvur toskur har og tá. Toskurin kann hava staðið tættari enn vanligt, ella hevur Magnus Heinason bert verið serstakliga heppin at raka, har tað var mest fyri, verður sagt.
Tað góða hálið á Norðhavinum er vanliga altíð best hvørt ár. Tað liggur í einum stongdum kassa á Norðhavinum, har tað bert er loyvt at royna við snellu. Okkurt árið hevur tað givið yvir 20 tons. Um hetta hálið verður tikið burturúr, er so at siga eingin munur millum, hvat var fingið í 2008 og í 2009.
-Tað er tí ov tíðliga at staðfesta, at tað nú aftur er nógvur toskur á føroyska landgrunninum. Fiskiskapurin komandi mánaðirnar kemur helst at vísa, hvussu toskastovnurin er fyri. Eisini verður ein yvirlitstroling í august, har 200 støðir verða tiknar á føroyska landgrunninum. Tá fæst møguliga at vita, um tað stóra hálið bert er ?en enlig svale? ella um tað er eitt tekin um betri tíðir, skrivar Fiskirannsóknarstovan á heimasíðu síni.