Fiskirannsóknir
Sørvági:
Magnus Heinason legði einar 600 kassar upp í Sørvági í vikuni. Hetta er fiskur, sum fingin er í yvirlitstroolingunum, sum skipið álriga ger fyri Fiskirannsóknarstovuna.
Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á fiskirannsóknarstovuni, greiðir frá, at teir gera tvær slíkar ferðir árliga. Eina nú um várið, og so eina aftur í august.
Á hesum túrunum verður farið eftir føstum rutum. Um várið hava teir 100 trolstøðir um allan grunnin, meðan teir um heystið royna tað dupulta. 200 trolstøðir.
Hjalti í Jákupsstovu greiðir frá, at teir seinastu 20 árini hava brúkt sama slag av troli og roynt á júst somu økjum hvørja ferð fyri á tann hátt at fáa eina so neyva mynd, sum gjørligt, av støðuni.
Veiðan varð hesaferð løgd upp í Sørvági. Tað var meira ella minni tilvildarligt, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Vártrolingin er ikki liðug enn, sigur hann. Einar 10-12 støðir mangla enn, og hann kann einki siga um úrlsitið av kanningunum, fyrr enn liðugt er, og alt er samanborið.
Tá hesar yvirlitstrolingarnar eru lidnar, fer Magnus Heinason i Vágahavið at merkja tosk, sigur Hjalti í Jákupsstovu.
Tað, sum Magnus Heinason fær undir hesum royndunum, verður avreitt sum allur annar fiskur á marknaðinum. Inntøkan fer til raksturin av skipinum, sum soleiðis fíggjar ein part av virkseminum sjálvt.
Hinvegin plagar manningin at fáa part, tá gjørdar verða royndir á eitt nú djúpum vatni, sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni.
Tann, sum áhugaður er í kanningunum hjá Fiskirannsóknarstovuni kann fara inn á heimasíðuni hjá stovninum, sum eitur: www.frs.fo, og haðani leita seg fram til tað, sum stendur undir fiskirannsóknum.