Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finaluna í 100 metra ryggsvimjing í Danish Open kappingini. Tað gjørdi hann við tíðini 57.22 sek, sum samstundis var triðskjótastu tíð í innleiðandi riðlunum. Magnus Jákupson var aftanfyri russiska Vitaly Melnikov, sum svam á 56.99 sek og polska Mateusz Wysoczynski, sum svam 57.05 sek. Kravið til Magnus er 55.53 í finaluni seinnapartin, um hann skal koma við dønum til EM í Berlin í hesi grein. Hansara persónliga met er 55.99, veit svimjing.com at siga.