Magnus er ættaður úr Rituvík, elstur av teimum 12 børnunum hjá Elspu og Magnusi Olsen, á Líðini. Øll systkini eru á lívi, og eru 5 av teimum yvir 80 ár. Í fjør var øll familjan savnað til hátíðarhald, tá ið systkini kundu halda at tey vóru 900 ár tilsamans.
Magnus fór, sum flestu dreingir tá í tíðini, ungur til skips. Í 1936 fór hann við "Yvonnu", sum pápi hansara førdi. Var síðani við "Silverbelle" og "Phebee". Hana førdi pápi hansara, til hann doyði av sjúku í desember 1940. Tá var Magnus 20 ára gamal, og yngsti bróðurin bara 2 ára gamal, og soleiðis sum sosiala skipanin var tá, so lá ein stór ábyrgd á honum, og hinum eldru systkjunum, øll hansara ungdómsár. Tó sá hann ongantíð hetta sum nakra byrðu.
Magnus sigldi øll krígsárini. Í 1944 tók hann setuskiparaprógv. Eftir kríggið sigldi hann mest við trolarum, og var við "Hjørdis", eini skonnart sum var umbygd til trolara, tá eldur kom í hana, og hon sakk í Godthåbsfjørðinum í Grønlandi í 1954. Manningin var øll bjargað.
Seinnu helvt av 50unum var Magnus við íslendsku trolarunum "Goðanes" og "Gerpi". Var síðani við "Fiskanes" í 60-61, við "Morning Star" og "Oknini", til hann mitt í 60-unum legðist upp á land.
Magnus giftist við Birthu Justinussen úr Leirvík, dóttir Elspu og Tummas á Garði. Tey giftust inn á Líðini í Rituvík, og búðu har í 10 ár. Tá fluttu tey til Runavíkar har tey høvdu bygt sær hús.
Magnus og Birtha fingu 4 børn, Regin, Marjun, Tórhild og Eilen, og barnabørnini eru 11 í tali. Birtha doyði í 2002.
Magnus er náttúrumenniskja burturav. Tá ið hann legðist upp á land, fór hann at arbeiða á flakavirkinum Lynfrost í Runavík. Men ikki treivst hann innanfyri 4 veggir soleiðis dag um dag, so hann søkti sær annað arbeiði. Hann kom so í arbeiði hjá Landsbyggifelagnum og síðani E.Pihl & Søn, og arbeiddi hann har, til hann var um 70 ára aldur, burtursæð frá 3 árum umborð á "Magnusi í Rituvík". Umleið 1990 vóru niðurgangstíðir í landinum, og tá helt hann at onkur yngri maður hevði meira brúk fyri arbeiðinum enn hann, og gavst.
Magnus er at síggja til gongu dagliga, og er hann sera áhugaður í øllum sum gongur fyri seg á staðnum, og í samfelagnum yvirhøvur.
Føðingardagurin verður hildin saman við børnunum.