Tað er javnan at hoyra Magnus Sivert verða tiknan til av eldri havnarfólki. Hetta var fyrst og fremst í sambandi við smiðjuarbeiði. Lítið skrivligt hevur verið um hann, men kortini er nú nóg mikið til eina grein í hesi røð.
Magnus Sivert var ættaður úr húsunum har Suðuri í Haraldssundi, sum var eitt ognarhús. Fyrstu ferð hann sæst í eini fólkateljing er í 1860. Tá eru í húsi:
Ole Jacob Jacobsen, 53 ár, óðalsbóndi
Elsebeth M Christiansdatter, 66 ár, kona hansara
Magge Ole Jacobsdatter, 25 ár, dóttir teirra
Simon Eriksen, 38 ár timburmaður, versonur
Anna Elisabeth Ole-Jacobdatter, 28 ár, kona Simon og
Magnus Sivert Simonsen, 2 ár, sonur teirra
Tá ið komið er fram til 1880 eru Símun og Anna Elisabeth nú tey, sum standa fyri húsinum. Magnus Sivert er blivin 21 ár.
Hini húsfólkini eru:
Ole Jacob Simon Vilhelm Simonsen, 15 ár, teirra barn
Elsebeth Sophie Fredr. Simonsen, 18 ár, teirra barn
Anne Sofie Simonsen, 12 ár, teirra barn
Erik Dione Simonsen, 9 ár, teirra barn
Ole Jacob Jacobsen, 72 ár, pápi Simon,
Magnus Sivert giftist í 1889 við Onnu Sofíu Joensen, Suður í Stovu, í Kunoy.
Sama ár tann 18. august fara tey til Hoyvíkar at vera uppsitarar á embætismannagarði. Í 1892 flyta tey til Havnar.
Bygdi brýr
Magnus Sivert var kendur fyri at vera sera hegnigur, og hetta sæst eisini aftur í Haraldssundi.
Hann hevur nevniliga gjørt fleiri brýr har norðuri. Eina gjørdi hann bert 21 ára gamal í 1880, og hon er enn til.
Andrass Jacobsen í Haraldssundi hevur sett upp eina minnistalvu fyri hesa brúnna, ið er ógvuliga sjáldsom og hevur ein serstakan bygningshátt. Talvan er sett upp á goymslubygningin, sum Andrass sjálvur eigur. Brúgvin er tætt norðanfyri Fjøruvegin.
Magnus Sivert gjørdi eisini eina aðra brúgv, ið gekk tvørtur um Glyvursá, tann stóra áin millum býlingarnar Suðuri á Bakka og Heim við hús. Hon varð niðurtikin í 1930-unum, tá ið vegur varð gjørdur ímillum bygningarnar
Í Havn gjørdi hann eisini fleiri brýr. Hann laðaði brúnna yvir ánna niðanfyri Studentarskúlan í Havn og brúnna omanfyri Sjónleikarhúsið, sum ikki er til í dag.
Hesar brúgvarnar vóru tær fyrstu av hesum slagnum, ið bygdar eru í Føroyum. Tær vóru kallaðar sjálvberandi brýr. Ein formur ella stuðul var settur uppundir, fyri síðan at leggja grótið omaná her. Seinasti steinurin, ið lagdur varð, kallaðist sluttsteinurin ella berandi steinurin, ið var ovast á miðjuni. Hugskotið man hann hava fingið uttanífrá ella hava lisið seg til.
Í 1893 bygdi Magnus sær smiðju Úti í Grind og byrjaði sum sjálvstøðugur smiðjumeistari. Í 1908 seldi hann smiðjuna til Thomas Askham, men arbeiddi kortini har nøkur ár.
Seinni fór hann at arbeiða á karatverkstaðnum hjá soninum Eriki, sum í 1921 byrjaði egnan verkstað í Bøgøtu. Erik var útbúgvin karetmakari. Hann umvældi hestavognar, hestavognahjól og tílíkt. Hann bygdi eisini hestavognar av nýggjum, eisini fyri fólk á bygd. Hann gavst umleið 1950. Erik var eisini virkin fimleikari
Gravari var Magnus Sivert frá 1907-1935. Hann hevur grivið úti við 1.000 gravir hesa tíðina ella um 30 um árið.
Børnini hjá Onnu Sofíu og Magnus Sivert vóru:
1. Anna Elisabeth f. 1889. Var í útsøluni hjá mjólkaforsýningini. Giftist við William Hansen í Hellerup. Fingu tvey børn
2. Fía f. 1892, ógift
3. Sigrid f. 1894, ógift
4. Erik f. 1896, giftist við Lenu í Garðinum úr Elduvík. Tey fingu Marner, f. 1921, Óla f. 1923, Oluf f. 1924 og Erling f. 1932.
5. Luffa f. 1899, doyði ung.
6. Tea f. 1900, doyði ung
7. John f. 1905, giftur við Hannebeth Mørkøre, Klaksvík. Tey fingu Eyðun.
Smiðjubýlingurin
Øll kenna smiðjuna í Lítluvík. Hon var ein partur av einum smiðjuumhvørvi, sum Magnus Sivert eisini var ein partur av.
Her vóru upp til sjey smiður í hesum øki, so tað var rættuligt lív í. Smiðirnar vóru hjá Hans B. Arge, Askham, Jens hjá Húsapoulinu, Smed Jensen, sum var dani, Sigmund á Argjum, Wensil Petersen og Vilhelm Nielsen og hjá Magnus Sivert.
Smiðirnar niðri í Grind vóru eitt serlig umhvørvið, sum nokk so nógv er skrivað um. Myndablaðið Magn hevði í 1979 eina frásøgn frá Hans hjá Lutherusi í Havn. Hann hevði verið smiður í hesum umhvørvinum alt sítt lív. Hann hevði arbeitt í smiðjuni hjá Askham, og í hesum sambandi nevnir hann eisini Magnus Sivert.
Hann greiddi frá, at eina ferð hevði hann hjálpt Magnus Sivert at smíða ein líggja. Hetta var undir fyrra heimsbardaga. Magnus Sivert hevði sum nevnt selt sína smiðju til Askham men átti framvegis eina essu har, so hann kundi koma oman í smiðjuna hjá Askham at smíða ymiskar lutir. Hans hjálpti honum hendan dagin at smíða ein líggja. Stál bleiv lagt inn í. Føroysku líggjarnir vóru stuttir, ikki longri enn ein góðan fót. Líggjan formaði hann skjótt. Fyrr var tað vanligt, at teir smíðaðu líggjar, men hetta var einastu ferð Hans sjálvur sá líggja smíðaðan.
Men allar smiðirnar høvdu ikki altíð líka nógv arbeiði. Sigmund á Argjum og Smed Jensen arbeiddu mest til skipini hjá Evensen, og Askham arbeiddi til skipini hjá Müller.
Brúksamboð sum hakagrev, knívar og tílikt varð nógv smíðað av. Hjá Askham vóru bæði smærri navarar og navarar til at bora størri hol við. Teir gjørdu eisini føroysk lás ta tíðina.
Magnus Sigvard var eisini kendur sum sum ein”heimadjóralækni.” Somuleiðis var hann virkin í Avhaldsfelagnum í Havn.
Hann átti nógva jørð í tí, sum í dag er miðbýurin í Havn. Hetta er økið kring FK í Dr. Jacobsensgøtu.
Erik fekk sær seinni trøð úti i Grønlandi, og Johan Norðfoss, sum búði í grannalagnum minnist Magnus Sivert hava hava velt og havt neyt á hesi trøðni.
Saman við Magnus Sivert og Onnu Sofíu liggur grivin Karin Danielsen, sum var hálvsystir Onnu Sofíu, og sum búði hjá teimum. Hon var fødd í Kunoy 17. juni 1873 og doyði 18. oktober 1936 í Havn.
Johan Norðfoss minnist Karina sum eina dámliga kvinnu.
Kelda:
Eirikur Ólason Simonsen
Birgar Johannesen