Tað gekk, sum tað so ofta hevur gjørt fyrr í ár, tá ið Suðringar hava verið annað liðið.
Mótstøðuliðið, sum í dag var Víkingur, fór av Vágseiði við stórsigri.
Sigurin ber við sær, at Víkingur nú hevur tryggjað sær fimta plássi.
Úrslitið var 7-0 til Víking, sum eftir fyrra hálvleik var frammanfyri 4-0.
Magnus Heinason skoraði hattrikk. Í fyrra hálvleiki skoraðu Pól Enok Hansen, Magnus Heinason og Magnus Jarnskor, sum longu í tólvta minutti skoraði til 3-0. Lítil hálvur tími var farin, tá ið Geza David Turi økti til 4-0.
So var steðgur í málskjótingini í ein hálvan tíma. Magnus Heinason skoraði til 5-0, tá ið ein lítil tími var farin, miðskeiðis í seinna hálvleiki økti hann til 6-0, og ellivu minuttir undan leikloki staðfesti Finnbjørn Hansen rimmar sigurin.
Víkingur hevur 36 stig og skal í tveimum teimum síðstu umførunum spæla ímóti Skála á útivølli og B68 á heimavølli.
Suðringar, sum hava sjey stig, skulu til Klaksvíkar og so siga teir farvæl við næstbestu deildina á heimavølli ímóti Skála.
KÍ – B68 1-2 (0-2)
NSÍ – ÍF 1-2 (1-1)
Skála – Giza Hoyvík 2-1 (0-0)
HB – B71 0-2 (0-1)
Suðringar – Víkingur 0-7 (0-4)
ÍF | 25 | 19 | 3 | 3 | 85 | 35 | 60 |
NSÍ | 25 | 15 | 4 | 6 | 76 | 34 | 49 |
KÍ | 25 | 15 | 4 | 6 | 59 | 30 | 49 |
B68 | 25 | 15 | 3 | 7 | 57 | 34 | 48 |
Víkingur | 25 | 11 | 3 | 11 | 41 | 43 | 36 |
HB | 25 | 8 | 5 | 12 | 44 | 39 | 29 |
Skála | 25 | 8 | 4 | 13 | 40 | 55 | 28 |
B71 | 25 | 9 | 1 | 15 | 43 | 61 | 28 |
Giza Hoyvík | 25 | 6 | 5 | 14 | 32 | 45 | 23 |
Suðringar | 25 | 1 | 4 | 20 | 16 | 117 | 7 |
26. umfar
Leygardagin 20. oktober
KÍ - Suðringar
ÍF – Giza Hoyvík
NSÍ - HB
B68 – B71
Skála – Víkingur