Summi fingu helst kaffi í hálsin, onnur smíltust eitt forherðað smíl, og summi vóru kanska forfard, tá ið Rákið í Sosialinum hevði samrøðu við eitt par, sum eru sokallaðir swingarar. Parið, sum var ónevnt, greiddi frá, hvussu tey upplivað swingersex í Føroyum.
Sum hjá øðrum swingararum, byrjaði tað við einum dreymi um eitt fríari sexlív. Sum Jan og Lena siga, so eru vit øll ymisk, og tað er eingin loyna, at øll hava sínar duldu dreymar. Men í mun til flestu okkara, so valdu tey bæði at liva dreymin út. Í fyrsta umfari var hugurin at hava sex saman onkrastaðni, meðan onnur pør eisini vóru í gongd, nakað sum at vera partur av einum pornofilmi. Síðan eru onnur komin upp í teirra song.
- Tað er serliga hetta við at hyggja at og at verða sædd, sum tendrar, siga Jan og Lena, og tey greiða frá, at tað byrjaði við, at tey spældu sær við tankanum um at fara á swingaraklubb í Danmark.
Komin til Danmarkar avgjørdu tey at royna ein víðagitnan klubba, sum vísti seg at vera júst nakað fyri tey.
- Tað var rættiliga skakandi fyrstu ferð, siga tey og brosa til hvønn annan, meðan tey minnast aftur á hendingina.
Forvitin spyrji eg tey, júst hvat hendi hesa fyrstu náttina í Keypmannahavn.
- Vit fóru inn í swingaraklubban og gingu runt eina løtu. Eg minnist, at tveir fittir og blíðir menn høvdu stóran áhuga í okkum. Vit fóru síðani inn í eitt rúm, har tvey pør lógu á einari stórari song. Vit løgdu okkum hjá teimum, og menninir fylgdu við, greiðir Jan frá.
- Tann eini byrjaði at nøkta seg beint við meg. Hetta kendist løgið, men var eisini øsandi. So nærkaðist tann eina kvinnan, og vit fóru at krámast uppi á hvørji aðrari og kyssast, bæði ovarliga og niðarliga, meðan menninir eisini vóru uppií. Tað virkaði rættuliga natúrligt, hóast tað var fyrstu ferð, at eg hevði sex við einari kvinnu, sigur Lena.
Vitjanin í Danmark gjørdist soleiðis byrjanin til sexuellu ævintýraferð teirra.
Finna føroyingar á netinum
Hóast fá vita nakað við vissu um føroysku swingara-mentanina, so siga Jan og Lena, at hetta er rættiliga umfatandi í Føroyum, og at swingaramentanin er komin fyri at vera.
Tey bæði vilja vera við, at fólk í øllum samfelagsbólkum eru at finna millum føroysku swingararnar, og at hetta hevur staðið upp á í mong ár.
- Vit valdu at stovna eina vangamynd á scor.dk og á faroedating.fo. Síðan hava vit hitt onnur føroysk hjún, sum eisini eru áhugað í at bjóða øðrum við upp í songina, greiðir Lena frá.
Tilgongdin er rættiliga drúgv umvegis netið, tí tað er umráðandi, at fólk kenna seg fullkomiliga trygg, áðrenn tey avdúka, hvørji tey eru.
- Vit byrjaðu við at skriva saman og at geva hvørjum øðrum loynilig telefonnummur. Eina tíð seinni avgjørdu vit at hittast á einari café. Tá hingu nervarnir veruliga uttaná, meðan vit stóðu og bíðaðu og stríddust við tankar sum “munnu hatta vera tey, ella kanska hasi..”, minnast tey bæði.
Túrurin á caféini gekk væl og hevði ógloymandi samveru við sær.
- Eg fór at fjasast við hinari kvinnuni stutt eftir hetta, og kona mín hevði so sex við hinum manninum eitt sindur seinni, greiðir Jan frá.
Og soleiðis fingu lesarar av Rákinum eitt innlit í, hvussu støðan er við swingarum í Føroyum.
Sjalusi orsøk til skottilburð
Tað kom nærmast sum ein skelkur fyri fólk, tá ið tað frættist um ein skottilburð í Havn. Skotið var eftir einum bili, sum stóð parkeraður, og síðurútarnir í báðum síðum aftan fóru í sor umframt onnur skotsár á bilin. Men málið varð skjótt loyst og løgreglan handtók fýra persónar, sum høvdu verið í bilinum, ið koyrdi framvið og har skotini komu frá. Vælvitandi keldur upplýsa fyri Sosialinum, at tað var jalousi, sum var orsøkin til, at ungi maðurin hevndi seg inn á bilin.
Slappið av!
Óttin um svínakrimið fer av álvara at gera um seg. Hvørja ferð tíðindi eru at frætta frá WHO, er støðan versnað við nýggja kríminum, sum mong rokna við, fer at kosta túsundtals fólki lívi. Í Føroyum mælir landslæknin fólki til at taka tað róligt.
- Vit hava enn onga sum helst orsøk til at vera bangin ella at stúra. Men hinvegin mugu vit heldur ikki vera líkasæl. Støðan er álvarslig, og tí eiga vit at ansa eitt sindur eftir. Men enn er eingin orsøk at vera bangin, sigur Høgni Debes Joensen, landslækni.
Nýggj Norðborg
Dýra Biðidag kom nýggjasta og mest framkomna fiskiskipi í føroyska flotanum til Klaksvíkar. Nýggja Norðborg skal gera tað gjørligt at fiska og virka fisk meira effektivt.
- Vit vænta, at vit við hesum skipi kunnu heysta rættari, enn vit hava gjørt, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari.
Nógv fólk var í Ánunum og tók ímóti nýggju Norðborg, sum er eitt stórt og stásiligt fiskifar.
Turka skinku í Dímun
Umboð frá Danish Crown hava um dagarnar verið og hugt at økjum í Føroyum, sum egna seg til at turka skinku. Ætlanin er turka skinkukjøt á sama hátt sum skerpikjøt verður turkað í Føroyum. Fyrsta royndin verður í Stóru Dímun.
- Hetta er eitt sokallað pilotprojekt, har tað er vónleyst at siga nakað um úrslitið enn, og um skinkan kann nýtast tá turkingin er liðug. Vit hava roknað við eini turkingartíð millum 14-16 mánaðir, so vit mugu bíða við at staðfesta nakað til tá, sigur Claus Hein, sølustjóri hjá Danish Crown.
Í teimum politisku avgerðum, vit skulu taka í næstu framtíð, hava vit ikki ráð til at hava heilagar kýr, og tað er eisini greitt, at kamelar skulu slúkast.
Jóannes Eidesgaard,
landsstýrismaður í fíggjarmálum
- Eg eri lættur at ávirka, men Føroyar tóku veruliga beinini undan mær. Her er veruliga talan um eitt land, sum er ein fjaldur gimsteinur, og einasti trupulleikin er, at fólk kenna ikki landið.
Simon Anholt
serfrøðingur í kappingarsamleika