Maiken Olsen verður leiðari fyri Økistænastuna

Nýggi leiðarin fyri Økistænastuna í Sandoynni hevur drúgvar starvsroyndir innan eldraøkið, bæði í Danmark og Føroyum.

Maiken Olsen er sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur master í kliniskari sjúkrarøkt og diplom í leiðslu.

Maiken Olsen er sett í starv sum leiðari fyri Økistænastuna fyri Sandoyar sýslu, og hon tekur við starvinum hin 1. oktober 2021.

 

Tað skrivar Facebook-síðan hjá Sands kommunu fyri løtu síðan.

 

Maiken Olsen er 49 ára gomul, útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon er master í kliniskari sjúkrarøkt og hevur diplom í leiðslu.

 

- Hon hevur drúgvar starvsroyndir innan eldraøkið, bæði í Danmark og Føroyum. Hon hevur eitt nú verið deildarleiðari og økisleiðari innan eldraøkið í Sandoynni, skrivar Sands kommuna á Facebook.

 

Seinastu sjey árini hevur Maiken Olsen verið eindarleiðari í Heilsu- og Umsorganartænastuni, og hon hevur verið við til at yvirtikið og ment eldraøkið í Tórshavnar kommunu.

 

 

 

Maiken Olsen er sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur master í kliniskari sjúkrarøkt og diplom í leiðslu.