info
Ongi úrslit

Majken Sandá verður trivnaðarfólk í Vági

Trivnaðarfólkið kemur at røkja móttøkuna og samskipa og fyriskipa tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi. Í starvinum eru eisini aðrar fyrisitingarligar uppgávur.

Vilmund Jacobsen
1. februar 2023 kl. 11:24

Majken Sandá er sett í starv, sum nýtt trivnaðarfólk í Vágs kommunu. Starvið er eitt samansett móttøku-, samskipara- og skrivstovustarv.

- Trivnaðarfólkið kemur at røkja móttøkuna í kommununi og samskipa og fyriskipa tiltøk, sum tæna kommununi í breiðum høpi.

Í Vágs kommunu siga tey, at trivnaðarfólkið eisini kemur at røkja skrivstovuuppgávur, sum antin standast av áðurnevndu uppgávum hjá trivnaðarfólkinum, umframt aðrar fyrisitingarligar uppgávur.

Majken er ikki ókend í kommununi. Hon hevur verið avloysari í Miðlatúni frá 2019, og til hon gjørdist skrivstovulærlingur í 2021. Eftir lokna læru, hevur hon starvast í Miðlatúni.

Umframt hetta hevur Majken eisini starvast í fíggjarheiminum, sum bankaatstøðingur. Hon er eisini útbúgvin kosmetologur og hevur verið sjálvstøðu vinnurekandi í 14 ár.

Sambært Vágs kommunu byrjar Majken Sandá í starvinum sum trivnaðarfólk í dag, hin 1. februar 2023.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

8 tímar síðan

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Landsliðsliðskiparin var millum toppskjúttarnar hjá CSM Bukarest

25 minuttir síðan
Tíðindi

Vil hava svar um aldursmark á sosialum miðlum

43 minuttir síðan
Tíðindi

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

1 tími síðan
Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

2 tímar síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

3 tímar síðan
Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

3 tímar síðan
Tíðindi

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

3 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

4 tímar síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

4 tímar síðan
Tíðindi

Danmark ætlar at seta ferða­fólka­skatt á gist­ing og ferða­manna­skip

5 tímar síðan
Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

7 tímar síðan