Makan til vrøvl skal man leita leingi eftir!
So bersøgin er Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann heldur lítið um tað, sum fór fram í løgtinginum í gjár.
Løgtingið viðgjørdi eitt uppskot hjá Høgna Hoydal um at fáa netbankan aftur á føroyskar hendur.
Í tí sambandi róstu fleiri tingmenn Høgna Hoydal fyri at hava verið so treiskur í hesum máli.
Les eisini: Rósa Høgna Hoydal til skýggja
Men Johan Dahl er hvørki samdur við rósinum til Høgna Hoydal, ella nøgdur við framferðina hjá løgtingslimunum.
Hann heldur ikki, at netbankin skal flytast heim aftur. Í eini viðmerking sigur hann, at tað er neyvan nógv at ivast í, at tað er ein stórur fyrimunur, bæði fyri bankarnar, og fyri brúkaran, at verða partur í einum stórum kervið, sum allir norðurlendsku bankarnir brúka.
- Tað er ivaleyst bæði tryggast, og í longdini, eisini bíligast, sigur hann.
Hann sigur, at tað verða brúktar hundraðtals milliónir krónur um árið uppá trygd og at dagføra skipanina, júst fyri at brúkarin skal verða tryggur.
- Hava persónsuppplýsingar ikki verið goymdir uttanlands í mong ár, spyr Johan Dahl.
Johan Dahl heldur, at allir, sum nú standa og skammrósa Høgna Hoydal fyri hansara veruleikafjaru tankar, sum fara at kosta brúkaran ógvuliga nógv, skuldu heldur brúka orkuna uppá nakað annað. Og tað er at stuðla uppundir, at seta talgildingina í verk. Tað hevði verið Føroya fólki, og samfelagnum sum heild, at frama. Sostatt hevði tað skapt nógv arbeiðspláss í KT vinnuni í Føroyum.
- Verður tað framt, eiga allur rós, so ístaðin fyri at brúka tíð og orku uppá netbankan, brúki so heldur tíð og orku og játtið neyðuga peningin til at fáa talgildina framda, sigur Johan Dahl.