Make Some Noise útgivið á iTunes

Nøkur av størstu tónleikanøvnunum í heiminum eru í løtuni savnaði við tí endamáli at skapa tilvitan um mannarættindi. Tey gera eina fløgu, har ágóðin fer til arbeiði hjá Amnesty International Yvir 30 tónleikarar kring heimin eru í løtuni savnaði saman, har tey eru í gongd við verkætlanina ?Make some Noise? hjá Amnesty International. Endamálið við verkætlanini er at skapa tilvitan um mannarættindi, serliga um støðuna í Darfur-landspartinum í Sudan.

 

Millum teir 30 tónleikararnar ella tónleikabólkarnar kunnu nevnast U2, Avril Lavigne, R.E.M, Aerosmith, Christina Aguilera, Green Day, The Cure, Snow Patrol og Youssou N´Dou. Hesi hava øll innspælt endurtulkingar av løgum hjá John Lennon inn á fløgu, sum tey nú fara at geva út. Ágóðin av fløguni fer til arbeiði há Amnesty International.

 

Einkjan eftir John Lennon, Yoko Ono, hevur givið Amnesty International rættindini til Imagine fløguna og sololøgini hjá John Lennon. Hon sigur soleiðis um Make Some Noise verkætlanina: - Tað er frálíkt at tónleikur, ið er so vælkendur í mínum ættarliðið, nú eisini verður spældur fyri einum nýggjum ættarliðið. Endamálið við tónleikinum hjá John var at geva íblástur til broyting og virðing fyri mannarættindunum. Eg eri vís í, at vit kunna gera heimin til eitt betri stað við at nýta tónleik sum amboð.

 

Amnesty International fegnast um samstarvið og vónar at tónleikurin kann skapa tilvitan um mannarættindi millum eitt nýtt ættarlið.

 

Partur av verkætlanini er eisini ein heimsumfatandi undirskriftinnsavnan, har Amnesty heitur á fólk um at leggja trýst á stjørnuna í Sudan um at loyva friðarvarðveitandi herliðum inn í krígsrakta øki í Darfur-landspartinum. Tað verður somuleiðis heitt á myndugleikarnar í Khartoum at gevast við álopunum móti sivilum, at avvápna Janjawid fólkaherin og at seta eitt vápna bann í gildi.