3. partur
Avkvetta hondin hjá Epondo
Sum eitt meira útgreinað dømi um, hvat ið Casement saman við Daniel kom út fyri, skal verða greitt frá einum degi á ferðini, sum tað er greitt rættuliga væl frá. Hetta er 7. september 1903, tá ið tað nærkast endanum á ferðini og teir eru á veg oman eftir Congoánni.
Í sjálvari dagbókini verður sagt um hendan dagin:
Fór til Ekansa við Armstrong og D(anielsen). Ræðuligur standur.
Tað verður sagt frá teirra ørindi í einum undirskjali til sjálva frágreiðingini, har greitt verður frá støðuni í ymiskum pørtum av rutuni hjá Casement. Her eru vit komin til Bonginda, sum júst er heimabeitið hjá Daniel. Her var ein av missiónsstøðunum hjá Balolo missiónini, har hann arbeiddi saman við seinni umrødda Armstrong.
Bonginda var ein miðdepil fyri gummídnaðinum, har støðan var eina ringast, og tí hevur Daniel góðan kunnleika til umstøðurnar.
Teir fara frá missionsbátinum niðan eftir ánni í eini kano til eitt pláss, sum var um 8 míl frá Bonginda. Her drógu teir kanoina á land. Frá áarbakkanum vóru einar tvær míl til gongu.
Casement greiðir frá: ”Frá nær og fjar koma fólk at biðja meg um at hjálpa teimum. Tey mundu vera eini 100, sum vóru offur fyri ymiskan harðskap. Eg var knappliga hildin uppat at vera konsul, sum ferðaðist í einum fremmandum landi. Nú var eg blivin ein kanningarleiðari fyri kriminelt virksemi”.
Eitt av hesum málum var tað hjá Epondo, sum er ein góð einstøk lýsing av viðferðini av fólkinum. Her skal vera endurgivin ein samandráttur av tí, sum í frágreiðingini verður kallað Epondo sakin:
”Her fann eg ein vaktarmann hjá La Lulanga Kompanínum og ein hóp av innføddum. Eftir eina løtu kom ein drongur um 14 ára gamlan. Um vinstra arm hevði hann ein skitnan klodda. Tá ið eg tók kloddan av, sá eg at vinstra hondin var kvett av, og at tað vóru merkir av skotum longri uppi á forarminum. Drongurin segði, at hann kallaðist Epondo. Hann greiddi frá, at ein vaktarmaður hjá nevndu fyritøku hevði kvett hondina av honum.
Eg royndi saman við teimum innføddu at finna fram til hendan mannin, og tað eydnaðist at fáa hendur á honum, sum hann gekk í bygdini við eini byrsu. Síðan setti eg Epondo framman fyri hann, og Epondo legði vaktarmannin undir at hava løstað seg. Høvdingurin í bygdini var eisini til staðar og stuðlaði hesi útsøgn. Vaktarmaðurin, sum kallaði seg sjálvan Mbilu, og av øðrum varð kallaður Kelengo, kundi ikki svara hesum ákærum. Hann royndi veikt at geva øðrum vaktarmonnum skuldina. Hann segði, at vaktarmaðurin undan honum hevði kutað nógvar hendur, og at tað helst eisini var hann, sum hevði gjørt seg inn á Epondo.
Tey innføddu, sum sótu har umkring søgdu, at tað vóru tveir aðrur vaktarmenn í býnum, men teir vóru ikki so ringir sum Kelengo, sum teir søgdu vera eitt illmenni. Tað vóru eisini fleiri onnur sum greiddu frá hansara illgerðum. Millum annað, at hann hevði bundið konuna hjá einum teirra uppí eitt træ og ikki slepti henni leysa, fyrr enn hann fekk eitt loysigjald.
Kelengo royndi at skáka sær undan við at tosa uttanum, men her var talan um eina so greiða vitnisførslu frá so mongum vitnum í bygdini, at eingin ivi var um, hvør ið syndarin var.
Undir hesi avhoyring var Daniel til staðar saman við trúboðarafelaganum W. D. Armstrong, og teir báðir skrivaðu undir rættleikan av avhoyringini. Sum lokalkendur kundi Daniel eisini vera við til at geva sítt íkast til hesa avhoyring, tá ið ivamál var um tíðarfesting.
Eitt serligt eftirspæl
Júst henda frásøgn fekk ein serligan leiklut í tí, sum seinni hendi. Longu áðrenn frágreiðingin kom alment fram, royndi fólkið hjá Leopold at undirgrava trúvirðið á henni.
Casement hevði tikið Epondu við til nærmasta embætismann, har hann ákærdi vaktarmannin. Men embætismaðurin setti ein almennan dómara at kanna málið, og hesin hevði fingið Epondo at taka ákæruna aftur. Nú var søgan tann, at drongurin var bitin av einum villsvíni, og at kolbrandur var komin í hondina, sum so mátti takast av.
Hetta varð nýtt sum grundarlag at sáa iva ikki bert um hesa frásøgn, men um frágreiðingina hjá Casement sum heild.
Men hetta góðkendi Casement als ikki. Hann vísti millum annað á, at Epondo hevði greitt sár frá skotvápnum.
Bretska uttanríkisráðið gav Casement viðhald, og segði at hetta var bert ein sak av mongum, har fólk fingu hendurnar kvettar av. Víst varð eisini á, at Epondo sakin bert taldi góðar tvær síður hjá Casement av 60, meðan hon í belgiska aftursvarinum var 17 av 37 síðum. Tað var eisini nógv sum bendi á, at afturtøkan hjá Epondo var hend eftir trýsti frá La Lulonga fyritøkuni, og tí var grund til at ivast í kanningini hjá belgisku myndugleikunum. Tað vóru í hesum økinum dømi um dreingir heilt niður í 6-7 ára aldurin, sum høvdu fingið hondina kvetta av.
Henda sakin varð eisini nýtt til at sáa iva um ákærurnar um at tað var vanlig mannagongd í Congo at kvetta hendurnar av fólki, so tær kundu brúkast sum ”gjald” fyri patrónir.
Sagt varð, at tað var bert hendinga ferð hetta kom fyri, og at tað annars var ein vanligur skikkur hjá teimum innføddu at kvetta hendurnar av livandi fólki.
Men her kundi vísast til ótaldar frásagnir og myndir, sum prógvaðu tað sum Casement førdi fram. Tveir viðurkendir europearar, sum høvdu búð í Congo í mong ár, greiddi eisini frá, at teir kendu einki til, at hetta var ein siður hjá teimum innføddu.
Júst henda sakin gjørdi sítt til, at útheimurin varnaðist ræðuleikarnar í Congo, har fremsta ímyndin var avkvettu og royktu hendurnar.
Um Balolo missiónina
Sviin E. J. Sjøblom, sum fyrst arbeiddi fyri Balolo missiónina í 1892 er kendur fyri at vera ein tann fyrsti, sum fanst at viðferðini av teimum inføddu.
Balolo hevði fýra støðir í Congo. Bonginda, har Daniel virkaði, var onnur av støðunum hjá Balolo missiónini sum Casement vitjaði. Henda støðin var stovnað í 1891. Casement vitjaði her 22. august á veg niðan eftir Congoánni, men steðgaði á veg omaneftir 5-9. september. Tey sum tá vóru knýtt at støðini vóru Armstrong og konan, Heinreich Wallbaum, Ándré Boudor, Padfield og konan umframt Daniel. Tískil hevur samlaða manningini verið 7 fólk.
Annars skilst av keldunum, at tað er nokk so fitt av trúboðarum, sum eru komnir til Congo at virka fyri Balolo missiónini, men sum seinni fara at virka fyri aðrar missiónir. Frágreiðingin kann hava verið tann, at Balolo missiónin hevur verið leidd patriakalsk, ella meira at kalla einaræðisliga og kann hetta hava skapað tvístøður.
Bonginda gjørdist hóttan móti Leopold kongi
Missiónsstøðin hjá Daniel kallaðist Bonginda. Her skal verða endurgivið úr bókini Mission and State in the Congo, skrivað av David Lagergren, sum viðgerð viðurskiftini millum almennu myndugleikarnar og protestantisku trúboðararnar fram til 1903. Í 1902 byrjaðu viðurskiftini millum partarnar at versna. Ein nýggjur embætismaður í økinum gjørdist sera kritiskur móti Balolo missiónini. Hann royndi at trýsta skúlarnar hjá missiónini at hava franskt sum lærugrein, men hetta varð avvíst, grundað á altjóða sáttmálan um Congo frá 1885, sum tryggjaði missiónunum frælsi.
Men viðurskiftini versnaðu staðiliga í samband við kanningarnar hjá Casement í 1903.
Í fyrsta umfari varð Casement móttikin við sóma av embætismonnum á støðum, har hann vitjaði.
Men skjótt fingu belgiarar ta fatan, at vitjanirnar hjá Casement førdu til andstøðu móti myndugleikunum á rutuni hjá honum.
Her verður nevnt eitt dømi um eina hending, har Daniel var ein partur. Ein umboðsmaður fyri eina gummifyritøku Spelir at navni, hevði siglt framvið Bonginda, tá ið Casement var har. Tá høvdu nakrir innføddir rópt eftir Spelier, at nú varð skjótt liðugt við hesum belgiska harðræðinum, og at nú fóru bert bretar at vera eftir. Øll onnur skuldu doyggja. Hetta var grundað á leysatíðindi, sum trúboðarar hjá Balolo missiónini vóru lagdir undir hava hava spreitt.
Hetta var óheppið, ikki minst tí europearar vóru til staðar, sum vóru sagdir ikki at látast um vón. Eitt vitni segði tó, at har vóru tríggir hvítir menn Casement og trúboðararnir Daniel og Steel við áarbakkan. Tað var tó bert Daniel, sum skilti hvat ið varð sagt, og hann royndi eisini at steðga hesum rópum.
Men henda hending gjørdi sítt til at gera viðurskifti millum myndugleikar og missiónina enn spentari.
Í fyrsta umfari vildu myndugleikarnir tó ikki fara fram við hørðum fyri ikki at gera ilt verri. Belgiska umdømið í Europa mátti ikki gerast verri enn tað var. Sum eina roynd at slætta sjógv góvu myndugleikarnir boð um nakrar lættar fyri fólkið, sum at minka um tímatalið á tvingsilsarbeiðið niður í 40 tímar um mánaðin. Men hesar ásetingar vóru nú mest á pappírinum.
Men trúboðararnir lótu seg ikki kyrra. Teir høvdu nú sæð so nógvar ræðuleikar, at nú vildu teir gera bart. Teir sendu eisini frágreiðingar heim til bløðini í Europa um tað teir sóðu, og viðurskiftini við myndugleikarnar versnaðu dag fyri dag.
Ein roynd at hevna seg var at ákæra trúboðararnar fyri ólógligan handil. Nú broyttist eisini hugburðurin hjá Leopold kongi mótvegis trúboðarunum. Hansara royndir at blíðka trúboðararnar vóru miseydnaðar. Frágreiðingin hjá Casement var almannakunngjørd, hóast royndirnar hjá Leopold at steðga hesum. Samstarvið millum Casement og serliga trúboðararnar hjá Balolo missiónini var meira og meira opinlýst.
Tað, sum nú ráddi um hjá Leopold var at avmarka virkið hjá Balolo missiónini mest gjørligt. Tað var eisini skotið upp at byggja almennar eftirlitsstøðir um hvørja fíggjarliga sinnaða missiónsstøð. Hetta bar nú ikki til. Men tað var bygd politistøð beint við missiónsstøðina í Baringa, sum var í sama øki sum Bonginda. Hon skuldi hava eftirlit við tí, sum gekk fyri seg á missiónsstøðini.
Fyri Daniel var úrslitið, at hann eftir at vera farin heim til Bretlands í 1903 var óynsktur av myndugleikunum at koma aftur til Congo. Hann var ov vandafullur fyri stýrið har, og betri eftirmæli kann hann neyvan hava ynskt sær.
Avleiðingin av Casement frágreiðingin
Sjálv frágreiðingin hjá Casement fyllir 70 síður í bókini, sum er útgivin. Afturat hesum er í bókini dagbókin og skjøl, sum undirbyggja frágreiðingina.
Her er eitt kapittul fyri hvørt stað á leiðini, har Casement hevur kannað viðurskiftini. Hann var so væl fyri, at hann hevði verið á somu leiðum í 1887, og tí kundi hann sammeta støðuna nú og tá. Í øllum førum kundi hann staðfesta, at fólkatalið var munandi minkað. Greitt verður frá eini teirru fyrstu bygdini Casement vitjaði, eftir at Daniel var komin umborð. Her vóru teir í tveir dagar. Í 1887 høvdu verið 5.000 fólk her, men nú vóru tey bert 600 eftir. Soleiðis var tað yvirhøvur.
Her skal vera skoytt uppí, at frágreiðingin sum belgisku myndugleikarnir góvu fyri hesa minking í fólkatalinum var, at fólkini vóru deyð av sjúkum, og av hesum var sovisjúkan tann álvarsamasta. Hetta er partvíst rætt. Men víst verður eisini á, at slíkar sjúkur raka mest, har fólkið er illa fyri framman undan, og tað var júst tað, sum var galdandi í Congo. Fremsta beinleiðis orsøkin fyri minkaða fólkatalið er framvegis framferðin hjá myndugleikunum. Mett verður, at fólkatalið í Congo minkaði úr 20 í 10 milliónir í tíðarskeiðnum hjá Leopoldi.
Casement er heima aftur í Bretlandi fyrst í desember 1903. Hann brúkar nakrar vikur at reinskriva frágreiðingina. Upplýsingarnir í henni vóru sum so væl kendir. Men nú komu teir so fram í eini almennari frágreiðing, sum er gjørt eftir áheitan frá bretsku stjórnini.
Frágreiðingin var munandi meira ítøkilig enn bretska stjórnin hevði roknað við, og tað kom eisini panikkur í ymsa staðni. Bretski sendimaðurin í Belgia bønaði um at fáa almannakunngerðingina úsetta til aftaná, at hann hevði havt ein fund við Leopold. Annars kundi tað gerast pínligt fyri hann.
Casement var so royttur av tí, hann hevði sæð í Congo, at hann vildi ikki at tað skuldi bíðast at koma fram við sannleikanum, so hann hevði samrøður við fleiri bretsk bløð um støðuna.
Í 1904 verður frágreiðingin hjá Casement, sum telur 62 síður við fylgiskjølum, almannakunngjørd. Tá vóru persónarnir í frágreiðingini dulnevndir, og misti hon ein part av sínum biti. Frágreiðingin varð løgd fram og viðgjørd í bretska parlamentinum.
Avrit av frágreiðingini sendi bretska stjórnin til belgisku stjórnina og eisini til tey lond, sum luttóku í berlinkongressini í 1885, sum hevði givið Leopold ræði á Congo.
Í juli 1904 hevur belgiska parlamentið orðaskifti í tríggjar dagar um frágreiðingina. Belgiska andstøðan við sosialistaleiðaranum Emile Vandenvelde á odda trýsti ein óhugaðan Leopold at seta eina nevnd at eftirkanna Casement frágreiðingina, men hon kom til tað úrslit, at Casement hevði rætt í minstu smálutir. Hetta førdi til rættarsókn og dóm av nøkrum av teimum ”smáu fiskunum”. Ein av teimum dømdu, ein belgiari, hevði ábyrgdina av skjóting av í minsta lagi 122 innføddum, men hann fekk lina revsing í mun til brotsverkið. Tað vóru so nógvar linnandi umstøður! Millum annað, at teir innføddu tímdu ikki at arbeiða uttan eina harða hond.
Edmund Morel hevði ikki samvitsku at tiga
Ein av teimum stóru hetjunum í hesum máli er Edmund Morel. Hann var føddur í 1873 í Paris. Pápin var franskur og mamman ensk. Pápin doyði ungur, og tey fluttu til Ongland.
Flutningurin millum Congo og Belgia varð skipaður av skipafelagnum Elder Demster. Tað hevði ferðamanna- og farmaskip, sum sigldu millum Antwerpen í Belgien og Congo. Um aldarskiftið kemur Edmund Dene Morel at arbeiða á reiðarínum. Hann varnast skjótt nøkur løgin viðurskifti. Skipini vóru altíð full av virðismiklari vøru úr Congo, men stórt einki av týdningi verður flutt til Congo uttan vápn og marglætisvørur til tey hvítu. Afturat er munandi meira sum kemur heim við skipunum enn tað, sum er skrásett á pappírunum. Tað var greitt, at her var onkur, sum skúmaði róman.
Morel staðfesti eisini, at fyri alla ta vøru, fílabein og gummi, sum varð flutt til Belgia, varð stórt sæð einki goldið í Congo. Hetta kundi bert merkja, at her var talan um veruligt trælaarbeiði.
Hetta kundi Morel ikki tiga við. Fyrst fór hann til stjóran hjá sær at siga frá sínum illgruna. Hetta hevði stjórin ongan hug til at gera nakað við. Hann kundi jú koma í vanda fyri at missa ein sera góðan kunda. Leiðslan í reiðarínum royndi at fáa Morel at tiga, eisini við tilboð um hægri løn. Morel var tó ikki til sølu, og tað endaði við, at hann fór úr starvinum. Hetta hevði hann ikki samvitsku til.
Tá ið Casement kemur aftur til Ongland í desember 1903 hittir hann Morel, og teir kasta saman í stríðnum móti Leopold kongi í Congo.
Tað eru almennir mótmælisfundir í London um viðurskiftini í Congo og tað verður skipað ein mótmælisrørsla (Congo Reform Association), stovnað í mars 1904 við Morel á odda. Men millum stovnararnar var eisini grundleggjarin av Congo Balolo Mission Grattan Guiness.
Herferðin móti Leopold
Tá fer ein rættulig herferð í gongd móti Leopold, og hon spreiður seg eisini til USA.
Hetta var gjørt við einum umfatandi fundarvirksemi saman við útgávuni av vikublaðnum The West African Mail, sum byrjaði at kom út í 1903, har greitt var frá øllum teimum óhugnaligu hendingunum í Congo. Men Leopold fór í mótálop, og royndi við snildum og mutri at fáa onnur til at gera aðrar frágreiðingar. Men hetta varð alt avdúkað og rakti Leopold sum ein boomerang.
Hetta áhaldandi altjóða trýstið førir við sær, at Lepold noyðist í 1908 at geva Congo frá sær til belgisku stjórnina. Árið eftir doyr hann og fer í søguna sum eitt bølmenni.
Avleiðingin av hesum virki var, at viðurskifti so við og við batnaðu, men ikki fyrr enn í 1912 vóru tey so fræg, at Congo Reform Association varð tikin av, tí teir hildu seg hava nátt sínum máli. Congo verður belgisk koloni fram til 1960.
Fór í fongsul fyri at vera samsintur við gamla Sloan
Tá ið fyrri heimsbardagin byrjaði í 1914 var krígsgreðin stór nógva staðni, eisini í Bretlandi. Tað vóru nøkur fá, sum hildu kríggið vera ørskap, og ein av hesum var Morel. Hann helt onga grund vera fyri, at Bretland skuldi fara at leggja seg útí eitt kríggj, sum veruliga var teimum óviðkomandi. Hetta vóru ikki populer sjónarmið, og Morel varð úsettur fyri alla møguliga jagstran. Við at snara lógini fingu myndugleikarnir enntá hann settan eitt hálvt ár í fongsul. Tíðin aftaná vísti tó, at Morel hevði rætt. Milliónir av ungum monnum mistu lívið til svart onga nyttu.
Tað áhugaverda er, at tað verður sagt um William Sloan, at hann doyði av fortreð júst um at Bretland var farið uppí hetta kríggj.
Morel fekk eisini uppreisn. Hann varð eftir kríggið valdur í Parlamentið, har hann var nógv virdur. Hann doyði í 1924.
Leikluturin hjá Daniel eftir heimkomuna til Bretlands
Tað verður sagt, at Edmund Morel og Roger Casement skipaðu fyrsta mannarættinda felagsskapin yvirhøvur mong ár áðrenn Amnesty International. Henda frásøgnin vísir, at føroyingurin Daniel J. Danielsen átti ein heilt fittan leiklut í hesum.
Vit hava frá skjalasavninum hjá Morel í Londin júst fingið tilfar, sum lýsir hansara leiklut í hesum.
Beinanvegin Daniel er komin heim til Bretlands hevur hann sett seg í samband Morel, og sæst hetta á tí brævaskifti, sum hevur verið teirra millum. Tað snýr seg um, hvussu herferðin móti yvirganginum í Congo skuldi skipast í Bretlandi. Daniel hevur tá skiftivís havt bústað í Glasgow og á Harley College í London. Hetta var trúboðaraskúlin, har Daniel gekk áðrenn hann fór til Congo.
Eisini hevur blaðið West African Mail bæði frásagnir frá Daniel og samrøður við hann. Her verður eisini greitt frá tí fundarvirksemi, sum Daniel hevur havt í hvussu er í Edinburgh, og um tær myndir hann hevur tikið til hetta endamál. Hetta er uttan iva somu myndir hann seinni vísti í Føroyum.
Fundarvirksemi hjá Daniel byrjaði eftir øllum at døma áðrenn tað hjá Morel, og kanska hevur hetta givið Morel hugskotið. Daniel hevur honum líkt verið fortur, og hann er farin í herna beinanvegin, hann er komin til Bretlands.
Men Morel sigur, at Daniel gjørdi eitt mistak, og tað var ikki at bjóða pressuni við til hesar fundir.
Eitt áhugavert er eisini, at Morel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi um skilið í Congo tann 23. mars 1904, meðan Daniel hevði sín fyrsta fund í Bretlandi longu 7. og 8. november 1903 í Aud Hall í Edinburgh, har hann talaði fyri 4-5.000 áhoyrarum. Tað áhugaverda er, at Lina, sum bert eitt hálvt ár seinni giftist við Daniel, varð umvend á einum møti í júst Edinburgh 7. november. Her hava tey uttan iva hitst!
Daniel hevði sín fyrsta fund í Føroyum um Congo 9. mars 1904. Sigast kann, at Føroyar helst var fyrsta land uttan fyri Bretland, har tað á fundum varð kunnað um hesi viðurskiftini, og hetta var áðrenn Morel byrjaði sítt fundarvirksemi í Bretlandi.
Daniel hevur eisini havt samskifti við Casement, eftir at báðir eru komnir aftur til Bretlands.
Hetta er sera áhugavert tilfar, sum vit fara at greiða frá í komandi parti av hesi røð. Hann kemur tó ikki fyrr enn eftir ársskiftið, tí bíðað verður eisini eftir øðrum tilfari.
Sir Roger Casement varð fyrst aðlaður og síðan hongdur av bretum
Her skal verða greitt eitt sindur meira frá Roger Casement. Hann var føddur 1. September 1864 í Írlandi. Pápin var protestantur og mamman var katolikkur. Hon doyði, tá ið hann var níggju og pápin, tá ið hann var trettan. Tískil varð hann uppdrigin sum protestantur.
Í fyrsta umfari gjørdust Casement diplomatur, og hansara kendasta avrik var sum bretskur konsul í Congo.
Í 1906 vóru aftur boð send eftir Casement. Hann varð sendur til Peru sum bretskur konsul. Her kom hann at arbeiða við somu málum sum í Congo. Her var tað aftur talan um ágang móti indianarum í samband við gummivirksemi, men nú var tað ein fyritøka, sum var skrásett í Bretlandi, sum stóð fyri hesum. Her gjørdi hann aftur eina frágreiðing, sum eisini er komin í søgubøkurnar.
Fyri sítt virksemi fekk hann Sir heitið frá bretsku drotningini, sum eisini kann sigast at vera eitt aðalheiti. Hetta man vera størsta viðurkenning, sum kann fáast yvirhøvur.
Hóast allan hendan heiður, so endaði Casement sínar dagar við at verða hongdur í Onglandi!
Hann endaði sítt arbeiði sum diplomatur í 1913, og tá fer hann uppí írska sjálvstýrisstríðið, har Írland vildi fáa loysing frá Bretlandi. Ein partur av hesum stríði var at fáa vápn frá týskarum til eina kvettroynd, tann sokallaða páskauppreisturin, í 1916. Casement varð í hesum sambandi settur á land í Írlandi av einum týskum kavbáti, men var tikin av bretum bert fáar tímar seinni. Hann kom fyri rættin og dømdur til deyða fyri landasvik, hóast hann júst hevði mælt frá umrødda uppreistur. Hann varð hongdur í London 3. August 1916, 51 ára gamal. Frammaundan varð Sir heitið tikið frá honum. Hann gjørdist alment katolikkur áðrenn avrættingina. Tað vóru nógvir góðir menn sum fóru í forbøn fyri Casement. Millum hesar var Sir Arthur Conan Doyle, sum skrivaði Sherlock Holmes bøkurnar. Hann var komin at kenna Casement í samband við hansara Congo-virksemi. Aðrir kendir høvundar, sum bakkaðu hann upp, vóru Georg Bernhard Shaw og Mark Twain. Men einki batti.
Tískil vóru bert 2 mánaðir millum deyðan hjá Casement og hansara føroyska samstarvsmann.
Tað er óneyðugt at siga, at hóast Casement varð roknaður sum landasvíkjari av bretum, so er hann tjóðarhetja hjá írum. Hildið verður eisini, at deyðadómurin var sagdur á einum sera tunnum grundarlagi.
Eitt sum ikki bøtti um støðu hansara var, at tað kom alment fram, at hann var samkyndur. Hetta var størsta synd av verðini tá í tíðini í Bretlandi.
Casement varð jarðaður við fongslið, har hann varð hongdur. Í 1965 vóru hannsara leivdir fluttar til Írland, har hann fekk eina statsjarðarferð, har 30.000 írar vóru til staðar.
Tað er nógv støð í Írlandi, sum í dag eru uppkallað eftir Casement sum parkir og gøtir.
Tað eru eisini nógvar bøkur skrivaðar um hann. Séaman Ó Síocháin, sum i 2003 skipaði fyri útgávuni av frágreiðingini hjá Casement hevur skrivað eina ævisøgu um Casement, sum er ætlað at koma út til jóla. Í øllum beskeðni skal her skoytast uppí, at Séamas eins og aðrir serfrøðingar á økinum eru ovfarnir av tí tilfari, sum er fingið til vega í samband við hesa greinarøð. Tað er eisini áhugi fyri at fáa tilfarið týtt til enskt, og tað skuldi borið væl til.
Ískoyti
Tað er við hesi frásøgn sum við so nógvum øðrum. Tá ið tað verður byrjað at arbeiða við henni kemur so nógv undan kavi, at frásøgnin verður longri enn ætlað.
Okkurt ískoyti skal koma her. Í fyrsta parti varð sagt frá, at Daniel var komin til Føroyar í mars 1904 á eina stutta vitjan. Tá var ógreitt, um hann yvirhøvur mundi vera farin avstað aftur. Tað var hann, tí tann 20. mai 1904 giftast Daniel og Lina í Glasgow, og eru tey komin aftur til Føroya seinni sama ár.
Eisini vísir tað seg, at mamma Linu, Catrina, er komin við til Føroyar. Maðurin Jógvan Niclassen, ella John Nicolson, sum hann var kallaður í Leith, var deyður í 1895. Catrina er helst komin til Føroyar saman við dótrini men hevur í hvussu er verið í Føroyum í 1906. Í 1907 doyr hon 67 ára gomul og verður jarðað 1. september í gamla kirkjugarði í Havn. Tað er nokk so løgið, at hon ikki er tikin uppá tungu í nakrari keldu.
Catrina átti eina systir, Nicolina Nicholson, og hon doyr í Leith í 1937.
Vit hava fingið og rokna við at fáa so mikið av tilfari afturat, at tað verður í hvussu er ein fjórði partur av hesi frásøgn, sum fer at koma fyrst í komandi ári.
Komandi miðvikur
Komandi tríggjar miðvikurnar fara vit at hava frásøgn frá bardagatíðini. Fyrst og fremst verður samrøða við Honnu f. Apol og mann hennara Harry Wilson, sum var hermaður í Føroyum undir krígnum. Hann var ein av teimum sum varð evakueraður úr Fraklandi í 1940 undan framherjandi týska herinum. Hetta er ein frásøgn við bæði dramatikki og romantikki.