Makrel

Ári Rouch - sang og keyboard
Rasmus Rasmussen - gittar
Rólant av Reyni - gittar
Magnus Hansen - trummur
Hergeir Staksberg - bass

Rockbólkurin Makrel hevur gingið sínar egnu leiðir síðstu árini. Bólkurin hevur verið serstakur í føroyskum tónleiki, og tær báðar útgávurnar hjá bólkinum hava víst ein bólk, sum hevur funnið sín egna stíl ? harður, men melodiøsur rocktónleikur við einum eyðkendum tóna.
Makrel hevur spælt til nógvar konsert herheima, og teir hava eisini verið á ferð uttanlands. Teir hava spælt í Íslandi, og tvær ferðir hava teir verið á palli á spælistaðnum Vega í Keypmannahavn.
Makrel royndi seg til Prix Føroyar fyri tveimum árum síðani, og tá endaðu teir sum nummar trý í kappingini og fingu umvegis kappingina møguleikan at spæla uttanlands.
Aftur í ár ætlar Makrel sær uttanlands at spæla, og okkurt er upp á tal til páskirnar og aftur í summar.