Makrel kappast í Danmark

27. oktober skal føroyski tónleikabólkurin, Makrel, kappast í tónleikakappingini, Global Battle of the Bands, á lítla Vega í Danmark

Føroyski tónleikabólkur Makrel skal seinni í mánaðinum luttaka í tónleikakapping í Danmark. 27. oktober skipa danir fyri kappingini, Global Battle of the Bands, á lítla Vega, og Makrel verður millum bólkarnar.
Talan er um eina altjóða kapping, sum fyrst er skipað sum ein undankapping, og síðan við einum finaluumfari. Undankappingin verður í 16 ymiskum londum, har í millum Danmark. Finalan í Global Battle of the Bands verður hildin í London 30. november í ár, og vinningurin er einki minni enn 100.000 amerikanskir dollarar.
Í undankappingini í Danmark verða bólkarnir Mia Mirror, grasp, Bearfoot, ca8, 3 og føroysku Makrel. Bólkarnir framføra 2-3 løg hvør, og besti bólkurin fer víðari í finaluumfarið

Nýggj manning
Sammett við manningina hjá Makrel í summar, eru tveir nýggir limir komnir í bólkin. Talan er um bassspælaran hjá Prix Føroyar-vinnarunum, Gestum, Niels Jákup í Jógvanstovu, og kvinnuliga keyboardspælaran, Halltóru Henriksen. Bæði Niels Jákup og Halltóra verða millum tónleikararnar hjá Makrel, tá bólkurin skal royna seg á lítla Vega seinni í mánaðinum.
Vanligi bassspælarin hjá Makrel, Hergeir Staksberg, er farin uttanlands í lestrarørindum, og tí loysir Niels Jákup í Jógvanstovu hann av í løtuni.