Makrel og Kristleif sleppa eisini

Nógv kjak stóðst av dømingini við Prix Føroyar-hálvfinaluna, tá dómur varð avsagdur. Makrel og Kristleif komu millum aðrar ikki víðari til Altantic Music Event, har endaligi vinnarin av Prix Føroyum verður funnin. Men nú er greitt, at Makrel og Kristleif hóast alt vera við í Atlantic Music Event tann 23. apríl

 - Altantic Music Event er líka so nógv, og kanska meira, eitt showcase, har vit gera eitt gott sjónvarpskvøld. Vit hava bjóðað útlendskum gestum at fáa ein smakk av føroyskum tónleiki generelt. Tað vil siga, at vit hava loyvi til at bjóða so nógvum bólkum, sum pláss er fyri eitt slíkt kvøld, sigur Fróði Vestergaard, samskipari.
Makrel og Kristleif eru altso bjóðaðir við í Atlantic Music Event. Dømingin við Prix Føroyar-hálvfinaluna stendur við, tí dómur kann ikki broytast, men føroyingar sleppa kortini at hoyra Makrel og Kristleif.
 
Onki við dømingina at gera
Men er hetta ein háttar at rættvísgera ta dømingina í hálvfinaluni, sum varð so nógv umrødd? Fróði Vestergaard sigur, at hesi bæði tingini hava onki við hvørt annað at gera.
 - Tað er onki við at rættvísgera nakað sum helst. Altantic Music Event roynir at fáa tónleikin fram og præsentera. Tað verða kanska serliga nakrir bólkar, sum hava givið fløgur út, ella sum eru fløguaktuellir. Tað vil siga, at tað eru bólkar, sum peika frameftir, og sum eru seriøsir og vilja nakað í framtíðini. Tað hevur onki við nakað press ella ónøgd við døming at gera, sigur Fróði Vestergaard, samskipari.
Altantic Music Event verður tann 23. apríl. Har verður tann endaligi Prix-bólkurin avdúkaður; tað vil siga tann endaligi vinnarin av teimum trimum, sum komu víðari úr Prix Føroyum-hálvfinaluni. Umframt tað verða ymiskar heiðurslønir lætnar fyri bestu fløguna og ymiskt annað.
 
Hugsa um breiddina
 - Vit skulu hava eitt kvøld, sum hevur eina breiða tónleikaliga dygd. Og tí fingu vit ikki ordiliga valt tað endaliga programmið til Atlantic Music Event fyrrenn aftaná Prix Føroyar-hálvfinaluna, tí tá vistu vit, hvør var komin víðari frá hálvfinaluni. Um tað vórðu nakrir harðir bólkar, so høvdu vit kanska valt nakrar aðrar meira bleytar bólkar at verið við eisini. Og umvent, nú eru tað kanska nakrir meira traditionellir bólkar, sum komu víðari, og so velja vit kanska okkurt, sum er eitt sindur meira alternativt fyri at præsentera breidduna. Men vit hugsa sera nógv um, hvat bólkarnir vilja; hvørjar ambitiónir teir hava. Um teir veruliga vilja satsa upp á tónleikin, og um teir vilja gera alt tað, sum skal til, fyri at koma fram, sigur Fróði Vestergaard, samskipari.
 
Toppurin í Føroyum
Altantic Music Event er eitt sjálvstøðugt tiltak. Prix Føroyar er næstan liðugt. Vinnarin skal finnast við Altantic Music Event, men hetta er bert ein lítil partur av skránni. Fleiri aðrar framførslur vera á skránni. Millum annað 200, Týr, Gestir, Eivør, Høgni Lisberg, Eyðun, Terji, Go Go Blues, og sum nevnt Kristleif og Makrel. Samskipararnir arbeiða eisini við at fáa Guðrun Sólju til Altantic Music Event.