Í dag hava tíðindi gingið um, at ein nýggj makrelavtala fór at verða undirskrivað í London klokkan 18 í kvøld, og nú er endaliga greitt, at ein avtala er undirskrivað millum Føroyar, Noreg og ES.
Avtalan, sum eftir hvat skilst er galdandi fimm tey næstu árini, gevur Føroyum 12,6 prosent av heildarkvotuni av makreli.
Ísland, sum hevur verið við í fleiri samráðingarumførum um makrelin, er ikki við í avtaluni, sum nú er undirskrivað.
Enn er ikki heilt greitt, hvat endaliga liggur í hesi avtalu annað enn, at prosentpartarnir millum Føroyar, Noreg og ES eru avtalaðir.
Tá ræður um atgongd hjá hvørjum øðrum, veit in.fo ikki við vissu, hvussu verður, men sum skilst, hava Føroyar og Noreg í avtaluni 30-35 prosent atgongd hjá hvørjum øðrum.
Júst, hvat hesi 30-35 prosentini merkja, veit in.fo heldur ikki við vissu, men hetta er helst galdandi fyri uppsjóvarfiskiskap í havøki hjá hvørjum øðrum.
Hvussu verður við atgongd millum Føroyar og ES, er ikki fullgreitt enn, men ivaleyst verður meira at frætta um tað seinni í kvøld.
ES-boykottið móti Føroyum og føroyskum fiskavørum er eftir hvat skilst ikki sett úr gildi, og heldur ikki her er í løtuni lætt at siga, hvussu tann gongdin verður.
Avtalan merkir, at eitt drúgt stríð millum Føroyar øðrumegin og Noreg og ES hinumegin um prosentpartar av makreltilfeinginum er av.
Tá Føroyar tóku upp stríðið, var okkara prosentpartur av heildarkvotuni stívliga fimm prosent - og nú er hann altso 12,6 prosent.