Tó, at Tummas T í seinastu bert hevur roynt eftir makreli, so ber illa til at sleppa undan at fáa nógva sild. Makrelurin og sildin eru á sama øki, og hava ikki skilt seg sundur enn. Tummas T er komin á Tvøroyri við 825 tonsum av fiski. Stóð tað til reiðaríið, átti alt at verið makrelur, men av tí at stimarnir ganga saman, so var ein lítil helvt av lastini sild.
Hesin túrurin gav 450 tons av makreli og 375 tons av sild. Tummas T royndi á leiðini 63,11 stig norður og 011,52 stig vestur.
Tað, at tað er nógv sild uppií, merkir tó ikki, at makrelurin er minkaður. Úrslitini hjá Tummas T og hinum skipunum, sum royna, vísa tað sama sum kanningarnar hjá Havstovuni. Mongdin av makreli er nakað tann sama sum í fjør, meðan væl meira av sild er at fáa.