Makrelloyvi í ES-sjógvi viðgerast í dag

Fikiveiðueftirlitið viðger í løtuni umsóknirnar frá skipum, ið ynskja at fiska eftir makreli í ES-sjógvi komandi ár.

Fiskiveiðueftirlitið hevur boðað frá, at umsóknir um fiskiloyvi eftir makreli í ES-sjógvi í 2015, verða viðgjørdar í dag og í morgin.

 

Krøvini fyri at fiska eftir makreli í ES-sjógvi eru, at skipini fiska við nót ella uppsjóvartroli og sjálvi kunnu taka fiskin inn, umframt at tey hava útgerð og orku at hagreiða, køla og frysta veiðuna.

 

Sambært fiskiveiðuavtaluni, sum Føroyar og ES skrivaðu undir 9. desembur, kunnu føroysk skip fiska 40.000 tons av makreli í ES sjógvi komandi ár.