Makrelur í planbúskaparligari evju

Hvør kann selja rættindi til fiskiskap?

Fiskivinnan rennir seg, eins og aðrar vinnur, dagliga í marknaðarkreftirnar. Prísirnir á olju, útgerð, manning og kapitali eru skiftandi. Váðan eru útgerðarfeløgini von við. Í mun til aðrar vinnur hevur fiskivinnan havt serligar umstøður, tí høvuðsrávøran – fiskurin – hevur verið latin ókeypis.
Á primera marknaðinum hevur landsstýrismaðurin sum umboð fyri partaeigararnar - Føroya fólk - latið rávøruna við prísinum 0 kr fyri tonsið. Prísváðin hevur sostatt verið lítil, men fyri vinnuna hevur hesin váðin verið mótsvaraður av politiskari tilvild, sum mann hava verið ógvuliga trupul at dragast við; bæði hjá eigarum av fiskiførum og fíggjarstovnum.
Á “second-hand” marknaðinum hava útboð og eftirspurningur fingið loyvi at gera seg galdandi, tá ið veiðirættindi eru keypt og seld millum fiskivinnufyritøkur.
Tann einasti, sum higartil ikki er sloppin á marknaðin fyri fiskirættindi at finna líkinda marknaðarprís, er eigarin, Føroya fólk. Eitt frálíkt politiskt høvi at broyta hesa skeivu kósina stakk seg upp í 2010 í sambandi við, at Føroyar ásettu sær eginkvotu viðvíkjandi makreli . Úrslitið, sum spurdist burturúr, varð tó “business as usual”.

Ogn Føroya fólks, serliga summi
Av ymsum grundum eru vit innan fiskivinnuna endaði í planbúskaparligari skipan, har politiska valdið stýrir so langt niður í smálutir, at ídnastu byrokratarnir í GOSPLAN hjá Stalin ivaleyst høvdu staðið sum kánus, høvdu teir sæð, hvussu væl vit hava megnað at forfjónað marknaðarkreftirnar.
Tann sum leitar við tekst-stronginum “ogn Føroya fólks” á www.logir.fo finnur bert einu lógina, har løgtingið hevur skorið út í papp ognarrætt til samfelagsvirði. Talan er um lóg um vinnuligan fiskiskap, har tað í § 2 verður staðfest, at livandi tilfeingið á føroyskum landleiðum v.m. eru ogn Føroya fólks.
Undrunarvert er tí, at ognaráhugamálini í sambandi við fiskastovnar okkara higartil ikki hava verið røkt. Og løgið er, at flokkar, sum hálova skipan við marknaðarbúskapi, í verki verja eina planbúskaparliga skipan. Eftirspurningur og útboð skulu ikki hittast á væl skipaðum marknaði. Virðið á veiðirættindunum skal ikki fram í ljósmála.
Vónandi kemur vend kemur í, nú makrelkvotur aftur skulu útlutast.

Nei til tilfeingisskatt, ja til søluinntøkur
Retorikkurin seinastu árini, sum bygdur er upp um hugtakið “tilfeingis-skattur”, hevur havt óheppið árin á kjakið um fiskirættindi. Tá statur ella kommuna skattar, er talan um við lóggávu ella øðrum valdi at taka burturav inntøku ella ogn hjá borgarum og fyritøkum. Fiskurin í føroyskum sjógvi er longu ogn hjá almennu Føroyum, og tískil er lítið høpi í at tosa um at skatta hesa ogn. Frægari hevði verið at nýtt hugtøk, sum t.d. søla av rættindum ella privatisering.
Peningurin, sum Landsverk fær fyri sølu av gróti og skervi, er jú ikki tilfeingisskattur. Vit hava við søluinntøkur at gera. Lítið høpi er somuleiðis í at siga, at peningurin, sum endaði í landskassanum í sambandi við einskiljing av Føroya Banka, er at rokna sum tilfeingisgjald. Talan var um søluinntøkur.
Sonevndi tilfeingisskatturin, sum løgtingið samtykti við fíggjarlógini fyri 2011 og við broyting av lóg um lands- og kommunuskatt er í hesum viðfangi ikki eitt stig rætta vegin. Her er talan um ein serskatt á tær fyritøkurnar innan fiskivinnuna, sum megna at skapa eitt yvirskot. Skatturin eigur av verða ógildaður, soleiðis at fiskivinnan fær somu skattligu kor at virka undir, sum aðrar vinnur.
Fiskivinnan eigur hinvegin somuleiðis at vera javnstillað við aðrar vinnur í sambandi við marknaðarprís fyri tær rávørur, hendan vinnan hevur fyri neyðini. Søla av fiskirættindum frá tí almenna eigur tí at verða fingin í lag.

Marknaðarlig søla heldur enn teknokratisk prísáseting
Rættindi at troyta makreltilfeingi eiga at verða seld til tann prís, sum marknaðarkreftirnar hava við sær. Er vinnan illa fyri og eru útlitini fyri lønandi rakstri vánalig fellur eftirspurningurin eftir rættindunum í umfarinum, sum nú stendur fyri framman. Prísurin verður har eftir. Í staðin fyri t.d. 2 kr/kg, sum onkur fyritøka hevur hildið seg kunna bjóðað upp á rættindini, kann vera, at prísurin í staðin endar á 0,001 kr/kg ella lægri. Komandi ár kann vera, at makrel-prísir og aðrar umstøður draga øvugta vegin.

Kunngerð um sølu av veiðirættindum
Tá ið landsstýrismaðurin kann skipa makrelveiðuna komandi kvotuskeið við null-prísi fyri rættindini kann hann ivaleyst eisini skipað hesa veiðu við marknaðarprísi. Hetta vildi samstundis verið í betri samsvari við §2 í lógini um vinnuligan fiskiskap. Materiella heimildin í sambandi við søluna skuldi við lógini um vinnuliga fiskiskap verið til staðar. Fíggjarheimild kann fáast í lag við eykajáttan í heyst. Tá ið betri stundir eru, eigur politiska skipanin at taka sølu av veiðirættindum upp til meiri djúptøkna viðgerð.
Men við heimild í verandi lóggávu kundi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum m.a. tikið fylgjandi atlit í kunngerð um makrelbýti, sum hann lýsir ein av komandi døgunum:
Rættindini verða seld í eindum, áljóðandi 100 tons
Sølan verður skipað við vanligum book-building-hátti (sí HYPERLINK "http://en.wikipedia.org/wiki/Book_building"http://en.wikipedia.org/wiki/Book_building). Til ber hjá landsstýrinum at keypa sær ekspertisu hesum viðvíkjandi. Ein lágtøknilig uppboðssøla kundi eisini verið nýtt, um stundir ikki eru til annað.
Persónar og feløg sum leggja inn boð skulu lúka líknandi treytir, sum galdandi vóru, seinast makrelkvotur blivu útlutaðar. Eindir, sum nevndar eru í kapitli 5 og 6 í lógini um vinnuligan fiskiskap eiga møguliga at kunna ogna sær upp til t.d. 30% av samlaðu kvotuni, sum verður boðin út til sølu.
Landsgrannskoðanin eigur at raðfesta ognaráhugamálini viðvíkjandi fiskirættindunum høgt, serliga við atliti til, at rættur søluprísur fæst við avhendingini av makrelkvotum o.ø. komandi tíðina. Eisini kappingarmyndugleikin eigur at gera sítt til, at marknaðurin ikki verður skeiklaður av kartel-avtalum og tílíkum.
Eingin keypari ella samtak av keyparum eigur at kunna ognað sær meiri enn t.d. 20% av samlaðu kvotuni.
Við keypsboðunum eigur trygd fyri gjaldsevnum at fylgja við. Tann, ið ognar sær rættindi, rindar t.d. 10% av keypsvirðinum, tá ið sølan verður framd. Tá ið kvotuskeiðið er av, verður avroknað endaliga við atliti til veiðuna, sum spurdist burturúr.

Makrelkvotur sum eksperimentarium
Stóra eksperimentið við planbúskapi við politiskt neyvt stýrdum prísum miseydnaðist. Marknaðarbúskapurin hevur síni lýti, men er tað frægasta, heimsins lond, sum ynskja búskaparvøkstur og ókorrupta politiska skipan, kunnu seta sítt álit á. Marknaðarlig søla av makrelkvotum er í hesum høpi ikki at rokna sum roynd at fara undir nakað nýtt og ókent. Tvørturímóti.