Makrelur til samfelagsins besta

Makrelurin er helst tað mest umrødda evnið í føroyska samfelagnum seinastu vikurnar. FAG saknar umrøðu av, hvussu hetta tilfeingið skal røkjast til samfelagsins besta. Seinastu vikurnar hevur makrelmálið fylt nógv í kjakinum. Í politiska umhvørvinum, í fyrisitingini, í fjølmiðlunum og ikki minst í vinnuni. Áhugamálini eru nógv og trupult er at taka dagar ímillum tey.

Eitt, sum Føroya Arbeiðsgevarafelag saknar í kjakinum er, hvussu hetta tilfeingið skal umsitast soleiðis, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr undir teimum fortreytum, sum nú einaferð leggja karmarnar um hetta mál.

Landsstýrið og Løgtingið hava gjørt av, at Føroyar skulu áseta sær egna kvotu á 150.000 tons av makreli. Tað merkir, soleiðis sum Føroya Arbeiðsgevarafelag sær málið, at tað er alneyðugt at kjakast um, hvussu hetta tilfeingið skal gagnnýtast soleiðis, at føroyska samfelagið fær sum mest burturúr teimum sera stóru virðum, sum markelfiskiskapurin helst fer at geva.

Tað er sera óvist, hvussu leikur fer at fara komandi árini. Tískil er tað umráðandi, at vit í hesum ?makrelrúsið?, vit eru í, at vit ikki leypa framav og binda okkum niður í mun til, hvussu hetta skal gerast í alla framtíð. Tað merkir, at tað hevur alstóran týdning, at føroyska samfelagið tryggjar sær at hava ræðisrættin yvir hesum tilfeinginum bæði í ár og øll komandi ár, harundir at rætturin til tilfeingið verður tryggjaður samfelagnum Føroyar, skrivar Vinnuhúsið.