Makrelur í tomatsós

Makrelur er virðismikil fiskur og føroyingar fiska heilt fitt av hesum fiskaslagi, eini 13.000 tons um árið. Seinnu árini er fiskiskapurin av makreli hjá føroyskum reiðaríum vaksin.

Sum vanligur brúkari kenna vit ivaleyst bert makrelina sum fryst agn ella sum roykta delikatessu í matvøruhandlunum. Og so ikki at gloyma niðursjóðaðu makrelina í tomatsós í dós.

Fólkaheilsuráðið mælir føroyingum til at eta enn meira av fiski. Í fjør vísti ráðið til eina kanning, har staðfest var, at føroyingar eta munandi minni av fiski samanborið við undanfarin ár. Tilmælið er 300 g av fiski um vikuna. Her telur fiska-viðskeri eisini uppí. Makrelur í tomat er sera væl dámdur viðskeri, kanska serliga hjá børnum. Tað sæst á ómetaliga stóra úrvalinum. Hendan dagin fann eg heili 12 ymisk sløg av makreli í tomatsós.

Fiskaoljan í makreli inniheldur fitt av n-3 feittsýrum, ið kunna fyribyrgja hjarta-æðrasjúkum hjá fólki. Danska Fødevarestyrelsen hevur skipað eitt átak við frámerking, ið teir rópa Spis Mest/Mindre/Mindst. Tá ið umræður fiskaviðskeri sum niðursjóðaður makrelur verður hugt eftir innihaldinum av fiski í prosentum og innihaldinum av feitti og mettaðum feitti. Feitt kann stava frá tomatsósini, so her ræður um at vera ansin. Skal ein vøra fáa frámerkið Spis Mest krevst í minsta lagi 70 % innihald av fiski og minni enn 10 g feitt/100 g vøra og harafturat minni enn 4 g mettað feitt/100 g vøra. Eingin av makrelunum í ummælinum í dag lúka hesi krøv. Men tað er líka við hjá summum. Nógvum dáma væl at smyrja majones omaná makrel. Tá gerst føðsluvirðið enn verri. Væl smakkar, men majones inniheldur nógv mettað feitt og er ikki hóskandi at eta hvønn dag í matpakkanum. Roynið við sitrón-flís og onkra grøna kryddurt í staðin fyri.

Skoðsmálini í dag eru latin í mun til smakk sum heild, men hugt verður eftir bygnaðin og smakkinum av fiskinum fyri seg og somuleiðis eisini tomatsósini fyri seg. Føðsluvirðið á ymsu makrelunum líkjast nakað. Tey flestu eru í Spis Mindre-bólkinum.


Supergros (Miklagarður), kr. 24,00/375 g (3x125 g) (kr. 64,00/kg)

60 % makrelur. Rímiliga frískur smakkur, men nakað morlutur fiskur.

3 stjørnur ***


Dronningen (Miklagarður), kr. 20,95/250 g (2x125 g) (kr. 83,80/kg)

60 % makrelur. Fiskurin púrasta morlaður sundur. Sósin smakkar súr og er sera vamlislig.

1 stjørna *


Danfjord (FK), kr. 19,95/375 g (3x125 g) (kr. 53,20/kg)

64 % makrelur. Pen stykki av flaki og góður smakkur í bæði fiskinum og sósini.

4 stjørnur ****


Frederikshavner (M), kr. 24,95/400 g (2x200 g) (kr. 62,38/kg)

Fiskurin morlutur og smakkar ikki av nógvum. Sósin ov søtlig.

2 stjørnur **


Capitaine Cook (FK), kr. 26,95/185 g (kr. 145,68/kg)

57 % makrelur. Sera vakurt flak av makreli. Framúr smakkur og somuleiðis er sósin sera raffinerað. Besta vøra!

6 stjørnur ******


Sunnmöre (Miklagarður), kr. 15,95/170 g (kr. 93,82/kg)

68 % makrelur. Stórt og vakurt stykki av flak. Sera góður smakkur. Sósin hevur góðan og reinan smakk av tomat. Seks lítlar.

6 stjørnur ******


Glyngøre Makrelguf (Miklagarður), kr. 22,95/132 g (6x22 g) (kr. 173,86/kg)

50 % makrelur. Malið sundur til pinkubarna-morl. Sósin er óalmindiliga søt og vamlislig.

1 stjørna *


Fiskeduserne (Miklagarður), kr. 9,95/75 g (kr. 132,67/kg)

52 % makrelur. Fiskurin er morlaður sundur og so er smakkurin av fiski at kalla fullkomiliga fjaldur. Løgin smakkur av søtligari grønmetis-bót.

1 stjørna *


Glyngøre (Miklagarður), kr. 14,95/125 g (kr. 119,60/kg)

64 % makrelur. Góð stykki av flaki. Heilt góður smakkur. Sósin hevur reinan og góðan tomatsmakk.

4 stjørnur ****


Blue Ocean (Miklagarður), kr. 10,95/125 g (kr. 87,60/kg)

64 % makrelur. Heil stykki av flaki. Góður fiska-smakkur og sósin er eisini væl gjørd.

4 stjørnur ****


Amanda (Miklagarður), kr. 14,95/125 g (kr. 119,60/kg)

56 % makrelur. Pen stykkir av makrel-flaki. Smakkurin í fiskinum er í lagi, men sósin er ikki góð. Vamlisligt kryddað.

3 stjørnur ***


Coop (FK), kr. 9,95/125 g (kr. 79,60/kg)

64 % makrelur. Góð stykki av makrel-flaki. Sera góður fiskasmakkur og tomatsósin er rein og sera vælsmakkandi.  Besta keyp!

5 stjørnur *****