Samgongan hevur nú gjørt semju um, hvussu makrelurinfiskiskapurin skal vera í ár.
Men talan er ikki um eina fulla semju.
Uppskot um makrelfiskiskapin í ár varð borið niðan í Løgtinginum í gjárkvøldið og so verður Løgtingið kallað saman hósdagin klokkan 13.30 har tey verður lagt fram.
Uppskotini, sum er borið niðan í Løgtinginum um makrelin, eru tvey í talið. Annað er lógargrundarlagið undir makrelfiskiskapinum í ár og hitt ásetir, hvussu stórt ilfeingisgjald, landskassin skal fáa burtur úr makrelinum.
Løgtingið verður so samankallað aftur í næstu viku at viðgerða uppskotini.
Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, væntar, at málini koma til viðgerðar mánadagin.
Jacob Vestergaard sigur, at somuleiðis verður arbeitt við eini kunngerð um, hvussu makrelurin skal býtast ímillum skipini.
Hann ger greitt, at einasti bólkur, har skipini fáa eginkvotur, verða nótaskipini.
Hinir skipabólkarnir skulu fiska av eini heildarkvotu, har tað kortini er eitt hámark fyri, hvussu nógv, hvørt skip kann fiska.
Men í samrøðu við Rás2 rør Jacob Vestergaard fram undir, at tað er ikki ein samd samgonga, sum stendur aftanfyri uppskotið.
- Tað eru ymsar meiningar í samgonguni um alt, staðfestir hann turrisliga, tá ið hann verður spurdur um tað er ein samd samgonga, sum stendur aftanfyri uppskotið.
- Tað er ein ávís semja í samgonguni um uppskotið, sum er borið í Løgtingið og tað er sama støða við kunngerðini.
- Men tað eru ymsar meiningar, so tað kann enda við broytingum, ásannar hann.
- Kunngerðin er til viðgerðar líka til hon verður lýst, sigur landstýrismaðurin.
Hann sigur, at tað eru eisini ávísar meiningar um ymisk viðurskifti.
- Tá ið Løgtingið hevur samtykt lógina, kann fiskiskapurin byrja.
- Men yviskipað eru vit samd um, hvussu makreluin skal býtast, sigur Jacob Vestergaard.