Løgmaður og danski uttanríkisráðharrin, Lene Espersen, høvdu í morgun tíðindafund úti í Tinganesi, og har greiddu tey frá, at makrelmálið hevur fingið drúgva umrøðu.
Eg komi jú frá einari gamlari og traditiónsríkari fiskiveiðifamilju, og tí kenni eg væl til søgulig rættindi, og tað hjálpir mær at skilja føroysku støðuna viðvíkjandi makrelinum, segði Lene Espersen.
Bæði vóru á einum máli um, at talan hevði verið um ein góðan fund sum vísti, at stór semja er í flestu málum landanna millum.
Tað vóru serliga makrelmálið, viðurskiftini millum Føroyar og ES, handilsviðurskiftini við Rusland og so arktiski arbeiðsfundurin, sum vóru á skránni, segði løgmaður.
Lene Espersen helt, at tað nú er av stórum týdningi, at fáa málið inn á eina kompromissøkjandi kós.
Tað er av týdningi, at fáa avgreitt ósemjuna um mekrelin, áðrenn farast kann víðari við samráðingum við ES um onnur viðurskifti, segði Lene Espersen.
Danski uttanríkisráðharrin segði, at hon hevði avtalað við løgmann, at tey bæði skuldi halda sambandið viðlíka viðvíkjandi makrelmálinum.
Tá talan er um sanktiónir móti Føroyum frá ES síðu, so er tað ikki nakað, ið hendir frá degi til dags. Talan verður um generellar sanktiónir, og tað fer helst at taka upp til tvey ár at seta tær í gildi, skuldi tað komið so langt. Og tað rokni eg sum nevnt ikki við, at tað ger, segði løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen á tíðindafundinum í morgun.