Ómaksleysur strandasigur

StÍF hevði ikki stórvegis trupulleikar av Søljuni sunnudagin.

Hondbóltur

Enn hevur StÍF ikki sýnt nøkur tekin um, at liðið ætlar sær eina lægri endastøðu enn í fjør, tá tær vunnu bronsu. Sunnudagin hildu tær fast í frástøðuni til hinar heiðursmerkjabiðlarnar, tá tær á útivølli vunnu tryggan sigur á Søluni, sum enn eigur fyrsta stigið til góðar.
Munurin millum liðini bæði kom hampuliga skjótt til sjóndar. Og at Søljan so misti Arnleyg Haraldsen, tá hendan fekk beinleiðis reytt, styrkti ikki um teirra fortreytir. Uttan at talan beinleiðis var um sorl, so megnaði StÍF alla tíðina at draga spakuliga frá, og veruligur spenningur kom ongantíð í dystin.
Hjá Søljuni var hetta fjórða tapið í slag, og eingin ivi tykist vera um, at tær aftur í ár skulu stríðast fyri at halda sær av aftasta plássinum. Vónin her er uttan iva, at tað skal bera til at taka stig frá Kyndli, tá tær vitja annan mikudag. Ein dystur sum í fyrstu atløgu tykist skula gera av, hvat av teimum báðum skal sita eftir í botninum.
Hjá StÍF er støðan hinvegin nakað meira hugalig. Enn hevur liðið í øllum førum stutt tjóður í hinum oddaliðunum, emn fyri framman stendur ein stór uppgáva. Komandi vikuskifti skulu strandakvinnurnar nevnliga til Vágs, har heimaliðið uttan iva eru sera svangar eftir stigum, nú útidysturin móti Stjørnuni endaði úrtøkuleysur.

Dysturin í tølum
Søljan-StÍF 23-31 (8-15)
Málskjúttar
Søljan: Nicoleta Radu 7(2), Jana Jacobsen 4, Katrin Jørgensen 4, Arnleyg Haraldsen 3, Heidi Maria Akselsen 3, Heidi Haraldsen 2
StÍF: Beinta Joensen 8, Melica Ergic 5(1), Alina Olaru 5(1), Paula D. Olsen 4, Sunfrið B. Simonsen 3(3), Paula B. Høgnesen 2, Anna Mari Østerø 1, Anna Maria Berthelsen 1, Anna B. Danielsen 1
Brotskøst: Søljan 2, StÍF 7
Útvísingar: Søljan 2, StÍF 2
Diskvalifikatión: Søljan 1 (beinleiðis reytt)
Dómarar úr Kyndli: Geir Wardum & Gunnar Gregoriusen.