Maktmisnýtsla ella dugnaloysi?

Ein seinasta grein um óskilið á ALS

Í einum demokratiskum samfelag avgera borgararnir, ígjøgnum fólkavaldu umboð síni, hvussu samfelagið skal skipast. Hetta hendir, tá lóggávuvaldið, sum í Føroyum er Løgtingið, samtykkir lógir. Ein lóg er ein almenn forskrift, sum hevur gildið fyri øll tey, sum lógin umfatar. Soleiðis er t.d. lógin um bileftirlit galdandi fyri øll tey, sum eiga ein skrásettan bil.

Taka vit nú lógina um bileftirlit, so ásetir hon, at allir skrásettir bilar skulu sýnast av og á. Hetta sýn skal tryggja, at bilarnir eru í forsvarligum standi. Endamálið við lógini er sjálvsagt, at betra um ferðslutrygdina.


Lógir og fyrisiting

Nú er tað eyðvita so, at løgtingið hevur annað at takast við, enn at sýna bilar. Heldur ikki er vist, at nakar løgtingslimur hevur neyðuga kunnleikan, sum skal til, fyri at kunna avgera, hvørt ein bilur er í góðum standi ella ikki. Spurningurin er altso, hvussu Løgtingið skal bera seg at við at føra lógina um bileftirlit (og allar aðrar lógir, sum Tingið samtykkir) út í lívið.

Til tess at útinna avgerðir lóggávuvaldsins, kann lóggávuvaldi avgera, at stovna eina almenna fyrisiting. Almenna fyrisitingin skal síggja til, at tær lógir, sum lóggávuvaldið samtykkir, vera settar í verk. Almenna fyrisitingin í Føroyum hevur sostatt eina einastu uppgávu: at síggja til at lógirnar, sum Løgtingið samtykkir, verða settar í verk.


Útinnandi vald

Fara vit nú aftur til lógina um bileftirlit, so er tað ein uppgáva hjá almennu fyrisitingini at síggja til, at lógin verður fylgd. Í Føroyum er ein almennur stovnur - Bileftirlitið - hvørs uppgáva er, at útinna lógina um bileftirlit. Tí er Bileftirlitið ein partur av útinnandi valdinum í Føroyum.

Einasta orsøkin til at Bileftirlitið er til, er sostatt, at Løgtingið hevur vilja tað. Soleiðis er við øllum almennum stovnum í Føroyum; teir eru allir til, tí at Løgtingið (ella í summum førum fólkatingið) við lóg hevur givið teimum eina uppgávu at røkja.

Soleiðis er eisini við Arbeiðsloysisskipanini (ALS). Arbeiðsloysisskipanin er sett á stovn, til tess at útinna lóg um arbeiðsloysisstuðul og arbeiðsloysistrygging, sum Løgtingið hevur samtykt. Lógin ásetur hvussu stovnurin skal skipast, m.a. útnevnir Landsstýrið eitt stýrið fyri ALS.


Alment ella privat?

Í stýrinum fyri ALS sita 7 limir. Men tað løgna er, at hesir sjey limirnir eftir øllum at døma, ikki halda seg arbeiða fyri Løgtingið. Í hvussu so er heldur stýrið uppá, at ALS ikki er bundin av galdandi lóggávu viðvíkjandi almennu fyrisitingini. Hetta er undarlig tá vit hugsa um, at tað jú er Løgtingið, sum hevur avgjørt at ALS skal vera til, og at stovnurin bara er til, tí at Løgtingið hevði eina uppgávu at lata honum. Hetta havi eg í fleiri umførum roynt at greiða stýrinum fyri ALS frá, men tey tykjast ikki at skilja tað.

Karin Kjølbro, stýrisformaður fyri ALS, hevur í brævi boða mær soleiðis frá: »Stýrið er av tí fatan, at Arbeiðsloysisskipanin ikki er partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum. Eftir okkara metan er Arbeiðsloysisskipanin nærri at meta sum sjálvognarstovnur«.


ALS er almenn!

Nú kundi tað sjálvandi verið eg, sum var farin púra skeivur. Men eg eri ikki einsamallur um sjónarmið mítt. Sjálvt sakførarin hjá ALS, Niels Winther Poulsen sigur í einum uppriti til stýrið, at hann metur ALS at vera umfataða av fyrisitingarlógini, og at ALS sostatt er ein partur av almennu fyrisitingini í Føroyum.

Somuleiðis hevur Landsstýrið givið mær allan rættin, í sambandið við at eg havi kært eina avgerð hjá ALS, um at nokta at viðgera eina umbøn um innlit eftir lóg um alment innlit. Soleiðis hava eisini løgfrøðingar í Landsstýrinum somu støðu sum undirritaði og Niels Winther Poulsen: ALS er ein almennur stovnur!


Tað dulda prinsippið

Hóast soleiðis sjálvur løgfrøðiligi ráðgevin hjá ALS, umframt løgfrøðingar í Landsstýrinum siga at stovnurin er almennur, so tvíhalda stýrislimirnir um at hann ikki er tað. Men meðan bæði eg og Landsstýrið hava framleitt nógvar síður við grundgevingum fyri hví vit meina ALS vera almennan stovn, so hevur ALS-stýrið onga grundgeving fyri síni støðu. Tað næsta stýrið kemur eini grundgeving er, at »stýrið hevur eina prinsipiella støðu«. Trupulleikin er, at eingin fæst at greiða frá, hvat tað er fyri eitt prinsipp, sum liggur aftanfyri tað »prinsipiellu støðuna«. Eftir øllum at døma heldur ALS-stýrið eitt tvørt nei vera nokk.


Rættartrygdin í vanda

Tað er tað kanska eisini. Í hvussu er haldi eg meg kunna ásanna, at politiski áhugin fyri avgerðini hjá ALS, um at fara út um fulltrú sína, er sera lítil. Hetta haldi eg vera óheppið, tí tað kann ivaleyst eggja øðrum stovnsleiðarum til, á sama hátt, at lata hánt um ábyrgdir sínar mótvegis borgarunum. Soleiðis fær rættartrygdin eitt skot fyri bógvin, og borgarin verður taparin.


Hvat hava tey at krógva?!

Eftir stendur so spurningurin, hví tað er ALS-stýrinum so um at gera, ikki at vera bundin av fyrisitingarlógini og lógini um alment innlit. Er tað tí at virksemið stýrisins ikki tolir dagsins ljos? Eru tað kanska fleiri lógir, sum stýrislimirnir lata hánt um, nú teir eru so væl á veg? Ella eru stýrislimirnir bara ódugnaligir?


Lógloysið og loysing?

Uttan mun til hvør orsøkin er til avgerð ALS-stýrisins um ikki at akta føroyskar fyrisitingarlógir, so er einki at ivast í, at avgerðin er ólóglig. Hetta merkir, at Landsstýrið má síggja til, at viðurskiftini vera fingin í rættlag. Serliga umráðandi átti hetta at verið, fyri eitt Landsstýri, ið hevur sett sær sum setning, at í Føroyum skulu føroyingar ráða. Vónandi verður talan ikki um tílíkt lógloysið í eini komandi føroyskari ríkisfyrisiting, sum tað lógloysið, ið valdar á ALS.


Keypmannahavn

09.09.1998

Jóanes N. Dalsgaard