Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, noyðist á nýggjárinum at lata lyklarnar til borgarstjóraskrivstovuna í Havn frá sær.
Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn boðaðu í kvøld frá, at teir tríggir flokkarnir hava gjørt nýggja samgongu í býráðnum í Havn uttanum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.
Nýggjur borgarstjóri verður Annika Olsen, Fólkaflokkurin.
Tíðindini komu fullkomiliga óvænta, tí longu tá ið liðugt var at telja upp í ítróttarhøllini á Hálsi valkvøldið, fór sitandi samgonga undir samráðingar um at halda fram komandi fýra árini. Hesar samráðingarnar endaðu við, at eitt skjal var undirskrivað, sum segði, at sitandi samgonga heldur fram.
Seinnapartin í dag vóru eisini samráðingar út frá skjalinum, sum var undirskrivað seinastu nátt, men hesar samráðingar slitnaðu, tá ið Annika Olsen boðaði frá, at Fólkaflokkurin fór inn í aðrar samráðingar.
Verður hugt at støðuni, so hevur tað ligið í kortunum, at Tjóðveldi, sum hevur fýra av 13 býráðslimum í nýggja býráðnum, vildi gera nógv fyri at sleppa innaftur í hitan. Tá ið tað ikki lat seg gera saman við Javnaðarflokkinum, tí Marin Katrina Frýdal framvegis er eitt av umboðunum hjá Tjóðveldi, so vildi Tjóðveldi royna at finna aðrar møguleikar.
Tað eydnaðist við at lata Anniku Olsen fáa borgarstjórasessin.
Eitt annað sum gjørdi at hetta bar til, var mátin sum varð brúktur undir samráðingunum beint eftir valið týskvøldið. Framsókn var biðin at bíða uttanfyri og hóaast bíðað var í fleiri tímar, so var umboðið fyri Framsókn í býráðnum, Bergun Kass, als ikki kallað inn.
Hetta var ein stórur taktiskur brølari frá núsitandi býráðsformanni, tí hevði hann havt Framsókn við í samráðingunum, so hevði nýggja samgongan neyvan verið skipað.
Eitt annað, sum ein leggur til merkis er, at Annika Olsen skrivaði undir eina avtalu um at halda fram við samstarvinum við Javnaðarlfokkin. Hesi undirskrivaðu avtalu leyp hon frá. Hetta er ikki heilt óvanligt í politikki, men síðani seinasta løgtingsval hevur Annika Olsen havt trupulleikar við sínum trúvirði. Hendingin í kvøld ger, at hon komandi tíðina noyðist at arbeiða hart fyri at fáa hetta uppá pláss aftur.
Nýggja samgongan boðar frá, at meira gjøgnumskygni skal í býráðsarbeiðið. Tað lovaðu bæði Gunvør Balle, Tjóðveldi, og komandi borgarstjórin.
Endaligt samgonguskjal er ikki skrivað, men býtið av nevndarsessunum er gjørt. Fólkaflokkurin fær býráðsformannin og formannin í vinnunevndini, meðan Tjóðveldi fær hinar nevndarformanssessirnar. Framsókn fær pláss í fíggjarnevndini og í trivnaðarnevndini.
yggja býráðið tekur við 1. januar og ttasð er sitandi borgarstjóri, sum avger nær býráðsfundur verður, har skiftið verður gjørt. Ein slíkur býráðsfundur skal vera í seinasta lagi nýggjársaftan.