Savnsmynd: – Landsverk metir um farleiðirnar, og um møguligar ábøtur skulu gerast, har ferðast verður á landsvegum, til dømis at mála strípur á vegir og at asfaltera, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Mála kanska nýggjar strípur fyri kongi

Um Landsverk skal prýða okkurt fyri kongi, so er talan um smáarbeiði, sum ikki hava meirkostna við sær, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum

Savnsmynd: – Landsverk metir um farleiðirnar, og um møguligar ábøtur skulu gerast, har ferðast verður á landsvegum, til dømis at mála strípur á vegir og at asfaltera, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður

Tað var løgtingsmaðurin hjá Tjóðveldi, Eirikur í Jákupsstovu, sum setti landsstýrismanninum ein grien 52a fyrispurning um arbeiði, sum verða sett í verk í samband við kongsvitjanina. Spurningurin er soljóðandi:

1. Hvørjar umraðfestingar í viðlíkahaldi og íløgum verða gjørdar hjá Landsverki, orsakað av kongsvitjanini í summar?

Í svarinum sigur Dennis Holm, at í sambandi við fyrireikingar til kongaligar vitjanir í Føroyum kunnar Løgmansskrivstovan Landsverk um skránna, og hvørjar farleiðir ætlanin er at koyra.

– Landsverk metir um farleiðirnar, og um møguligar ábøtur skulu gerast, har ferðast verður á landsvegum, til dømis at mála strípur á vegir og at asfaltera.

– Um arbeiði verða gjørd áðrenn vitjanina, er talan um smærri verkætlanir og ábøtur, sum sambært Landsverki vanliga ikki hava meirkostnað við sær samanlagt, tí tillagingar verða gjørdar innan verandi játtanir, har arbeiði, sum longu eru á skrá, kunnu verða framskundað til at verða gjørd áðrenn vitjanina, sigur landsstýrismaðurin, sum ikki kemur við nøkrum ítøkiligum krónutali.