Malala útskrivað

Tann 15 ára gamla pakistanska gentan Malala Yusufazi slapp í dag av sjúkrahúsinum í enska býnum Birmingham, har hon hevur verið til viðgerðar, síðani Taliban royndi at beina fyri henni í oktober.

-Malala er ein ster, ung kvinna, og hon hevur gjørt ótrúliga stór framstig, meðan hon hevur verið her, sigur læknin Dave Rosser við ITV. Hann sigur, at Malala skal hava nógva likamliga venjing, nú hon er sloppin av sjúkrahúsinum.

Malala Yusufazi varð skotin í høvdið, tá hon skuldi fara í ein skúlabuss í Mingora í Pakistan. Hon varð alt fyri eitt flutt á eitt hernaðarsjúkrahús, men seinni flutt til Onglands. Tað vísti seg, at kúlan, sum rakti Malala, var farin inn í høvdið og haðani niður ígjøgnum hálsin ímóti ryggjageislunum.

Ein deild hjá Taliban í Pakistan átók sær ábyrgdina av drápsroyndini.