Saman við Eivør Pállsdóttir man Malan Eyðunsdóttir vera Føroya besta poppsangarinna, ongin ivi um tað. Tað hevur hon longu verið í fleiri ár og oftast hevur hon verið sett í samband við Mark No Limits, sjálvt um hennara leiklutur í hesum bólki var sterkt avmarkaður. Nú hava vit so høvi til at uppliva Maluna einsamalla, uttan nakran Teitur at krógva seg aftan fyri.
Úrslitið kann ikki sigast at vera annað enn sera sannførandi ; Malan hevur eina flotta og stóra rødd, sum tó kortini ongantíð gerst átroðkandi ella snjøll at lurta eftir. Hennara fyrsta roynd sum einstaklingur er henda fløgan, sum fyri tað mesta er upptikin niðri í Danmark. Tað er Kári Jacobsen sum er oddamaður fyri hesi verkætlan, sum ikki kann sigast at vera annað enn imponerandi hondverk. Stílurin á sjálvari fløguni er poppur, slætt og rætt. Júst sum við fløguni hjá hinari Maluni, sum kom út í marts mánaða, er dentur lagdur á eina reina og ógrugguta studioframleiðslu har forritarnir eru vavdar saman við vanligan akustiskum ljóðførum, so sum akustiskum guitarum og ditto trummum.
Kári Jacobsen hevur skrivað øll løgini á fløguni. Fleiri av hesum løgum hava verið nógv at hoyrt í útvarpium, so undirtøkan tykist at vera til staðar fyri hesum produktinum; sæð sum ein føroysk tónleikaútgáva er fløgan fult á hædd við nakað annað sum er útkomið hesi seinastu árini, innan sama tónleikastíl. Løgini Minnist Tú Hitt Summarið og Tá Ein Genta Saknar Sín Drong mugu sigast at vera trumfarnir á fløguni. Eisini er eitt ávíst hittpotentiali at hóma í løgunum Dagur Ì Mei og Hevði Eg Bara Torað.
Kortini eru onnur løg á fløguni sum tykjast at sakna eitt síðsta spark í afturpartin; her er alt ov lítið flog yvir heildarmyndini sum í stórum tykist í so gumputung og óuppløgd. Síðsta piftið manglar og summi av løgunum hava trupult við at festa seg í minnið. Millum hesi eru Inn Til Tín, À Berum og Dreymurin. Hetta síðsta leggur seg kraftiga í reyvina á latín bylgjuni sum í løtuni skolar inn yvir Europa, við Ricky Martin og Enrique Iglesias á odda, men í hesum sambandinum skurrar tað eitt sindur. Tropiski pulsurin hevur onki við føroysk viðurskifti ella tekstliga innihaldið at gera og fellur við einum bumsi í gólvið.
Síðsta lagið á fløguni, Túsund àr, leggur seg eisini ikki sørt smagleyst upp at einum eftirhondini útlúgvaðum mótafyribrigdi: Millennium - feprinum. Hetta er ikki júst tað mest viðkomandi ella aktuella nú vit eru komin inn í juni mánaða 2000. Fólk eru komin fyri seg aftur og teldufrøðingarnir hava sessast aftur.
Annars er niðurstøðan hon, at Malan ikki noyðist at blúgvast við hesa útgávuna, sum sigast má at vera ein tann mest spennandi higartil í ár. Men ein seinasta lítil ávaring : Haldið tykkum langt vekk frá jakzac lagnum Sorgblítt Hjarta.